Job kap. 30

Uppsetan
1 „Men nú læa teir at mær, teir, ið eru yngri enn eg – og fedrar teirra hevði eg ikki hirt at sett millum seyðahundar mínar!
3 Teir eru tærdir burtur av neyð og svongd, teir gnaga hitt turra land, sum longu í gjár var oyðið og oyðimørk!
11 Teir hava loyst hvørt band av sær og eyðmýkt meg; bokslið hava teir kastað av sær fyri eygum mínum!
12 Høgrumegin meg reisist sáð teirra; teir leggja meg fyri fót og leggja vanlukkuvegir sínar móti mær!
13 Gøtu mína ríva teir upp; teir gera alt, ið teir eru mentir, at forkoma mær – teir, sum sjálvir ongan hjálparmann hava!
14 Teir koma sum inn um stórt lið á múrinum; inn um múrar, ið rapla, koma teir bóltandi.
15 Ræðslur hava vent sær móti mær; sum stormurin jagstra teir tign mína, og lukka mín svann sum skýggj.
18 Fyri veldigari megi vanskapist hold mítt; tað hongur uttan á mær, sum tað hevði verið kyrtil mín.
22 Tú lyftir mær og letur meg fúka avstað í storminum, og Tú letur meg farast í ýli hansara.
24 Tó – man ikki hann, ið druknar, rætta út hondina og rópa um hjálp, hann, ið gongur undir!
25 – Havi eg ikki sjálvur grátið um tann, ið hevði harðar dagar! Syrgdi sál mín ikki um hin fátæka!
28 Svartur gangi eg um – men ikki brendur av sólini; mitt í samkomuni reisist eg og rópi um hjálp.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul