Job kap. 2

Uppsetan
c. Satan’s Second Attack
2:1-10:1
i. Satan Back in the Throne Room
2:1-6:1
1 Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan og steig fram fyri Hann.
2 HARRIN spurdi Satan: „Hvaðani kemur tú?“ Satan svaraði HARRANUM: „Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni.“
3 Tá spurdi HARRIN Satan: „Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann – so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er. Hann er líka ólastandi enn, og uttan grund hevur tú eggjað Meg at týna hann.“
4 Men Satan svaraði HARRANUM: „Húð fyri húð! Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt!
5 Men vita nú og rætt út hondina og nem við bein og hold hansara – vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“
6 Tá segði HARRIN við Satan: „Gott! Hann er í hond tíni; tú skalt bert spara lív hansara!“
ii. Job Loses His Health
2:7-10:1
7 So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS, og hann sló Job við ringum svullum líka frá hvirli til iljar.
9 Tá segði kona hansara við hann: „Tú ert ólastandi við sama lagi? Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!“ –
10 Men hann svaraði henni: „Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!“ – Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrunum.
d. Job’s Three Friends
2:11-13:1
11 Táið teir tríggir vinmenn Jobs fingu at frætta um alla hesa vanlukku, ið rámt hann hevði, komu teir, hvør úr heimstaði sínum, Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na’amatitur; og teir gjørdu av sínámillum at fara til hansara og vísa honum samhug og ugga hann.
12 Men táið teir, nakað burtur frá honum, hugdu upp og sóu, at hann als ikki kendist aftur, skóru teir í at gráta hart, og teir skræddu kapparnar og kastaðu mold upp í luftina niður yvir høvd síni.
13 Síðani sótu teir hjá honum á jørðini sjey dagar og sjey nætur, uttan at nakar teirra talaði orð við hann; tí teir sóu, at hann píndist svárliga.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul