Job kap. 33

Uppsetan
ii. Elihu Rebukes Job
33:1
3 Ærlig og sannhjartað eru orð míni, og tað, ið eg veit, skulu varrar mínar siga beint fram.
12 – Nei, í hasum hevur tú ikki rætt, tað er svar mítt; tí Gud er størri enn menniskja.
15 Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda,
17 – fyri at fáa mannin burtur frá gerðum hansara og fyri at gera enda á hugmóði mansins,
18 so sál hansara kann verða bjargað frá grøvini, og lív hansara frá at verða rakt av drepandi spjóti.
19 Menniskjað verður eisini revsað við sjúkalegu og við ófriði samt og javnt, sum nítur í mønu og merg.
21 Hold hansara tærist burtur, so tað sæst ikki longur, og ber liggja bein hansara, sum ikki sóust áður;
23 Er tá eingil í parti hansara, talsmaður, ein av hinum túsund, ið kunngera menniskjanum røttu leið tess,
24 so tykist Gudi synd í honum, og Hann sigur: „Frels hann frá at søkka í grøvina! Eg havi fingið loysigjald.“
25 Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.
26 Hann biður til Gud, og Hann er honum náðigur, hann skoðar við fagnaði ásjón Guds, og Hann gevur menniskjanum aftur rættvísi tess.
27 Hann syngur fyri fólki og sigur: „Eg hevði syndað og gjørt hitt beina bogið; men Hann lønti mær ikki fyri tað!
28 Hann hevur loyst sál mína frá at fara niður í grøvina, og lív mítt sær ljósið við gleði!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul