Job kap. 42

Uppsetan
d. Job’s Second Reply to God
42:1-6:1
2 „Eg veit, at Tú kanst alt, og at einki, ið Tú setur Tær fyri, er Tær ógjørligt at útinna!
3 Hvør er tann, ið við skilaloysi myrkir ráð Títt! – Eg má tí siga: Eg havi tosað um tað, ið eg skilti ikki, um tað, ið var mær ov undurfult, og sum eg fataði ikki.
5 Einki uttan tað, ið tíðindini søgdu, hevði eg hoyrt um Teg; men nú hevur eyga mítt sæð Teg.
e. The LORD Rebukes Job’s Friends
42:7-9:1
7 Men eftir at HARRIN hevði talað hesi orð við Job, segði HARRIN við Elifaz Temanit: „Vreiði Mín er tendrað móti tær og báðum vinmonnum tínum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!
8 Takið tykkum tí sjey tarvar og sjey veðrar, farið til Job, tænara Mín, og ofrið teir sum brennioffur fyri tykkum! Og Job, tænari Mín, skal biðja fyri tykkum – ongan uttan hann bønhoyri Eg – so Eg lati ikki vanlukku ráma tykkum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!“
9 So fóru Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na’amatitur og gjørdu, sum HARRIN hevði sagt við teir; og HARRIN bønhoyrdi Job.
f. The LORD Blesses Job
42:10-17:1
10 HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; og HARRIN gav Job tvífalt aftur alt, ið hann hevði átt.
11 So komu allir brøður hansara til hansara, og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara, vístu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla vanlukkuna, ið HARRIN hevði latið koma á hann; tey góvu honum hvørt kesita* og gullring.
12 HARRIN signaði seinnu tíð Jobs meir enn hina fyrru: hann fekk 14000 kríatúr av smáfæi, 6000 kamelar, 1000 pør av neytum og 1000 esilsryssur.
15 So vakrar kvinnur sum døtur Job vóru ikki í øllum landinum; og faðir teirra gav teimum arv saman við brøðrum teirra.
16 Eftir hetta livdi Job 140 ár, og hann fekk at síggja børn og barnabørn síni í fjórða lið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul