Job kap. 31

Uppsetan
2 – Hvat hevði annars lutur mín verðið frá Gudi haruppi, arvurin, ið hin Alvaldi hevði givið mær av hæddini!
7 hava spor míni vikið av leið, og hevur hjarta mítt gingið eftir eygum mínum, ja, er plettur á hondum mínum,
8 so vildi eg, at annar skuldi etið tað, ið eg havi sáað, og at tað, ið eg havi plantað, skuldi verðið rykt upp við rót!
12 tað er eldur, ið oyðir líka niður í avgrundina; hann hevði gjørt enda á øllum góðsi mínum.
13 Havi eg vanvirt rætt træls míns og trælkvinnu mínar, táið tey høvdu trætu við meg!
14 – Hvat skuldi eg tá gjørt, táið Gud reistist, og hvat skuldi eg svarað Honum, táið Hann rannsakaði!
15 Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi!
18 Nei, frá tí eg var ungur, vaks hann upp hjá mær sum hjá faðir, og frá móðurlívi havi eg leitt einkjur!
19 Havi eg orkað at sæð neyðardýr ganga nakið, fátækan, sum ikki átti plagg at fara í!
20 Á nei, lendar hansara signaðu meg, aftur fyri at hann vermdist í ullini av seyði mínum!
21 Havi eg lyft hondini móti hinum faðirleysa, fyri tað at eg visti, at eg fekk viðhald í rættinum!
23 Nei, straff Guds fylti meg við ræðslu, móti veldi Hansara hevði eg einki verið mentur!
24 Havi eg sett lít mína til gullið og sagt við hitt reina gull: „Tú ert álit mítt“!
26 Táið eg sá sólljósið, hvussu tað lýsti, og mánan, hvussu skínandi hann gleið avstað,
28 Nei, eisini tað hevði verið misgerð, ið kom undir dóm; tí tá hevði eg avnoktað Gud á hæddini!
29 Havi eg glett meg, táið óvinur mín fall! Rópti eg av gleði, táið vanlukkan rámti hann!
30 Nei, eg gav ikki munni mínum loyvi at synda, so eg bannaði honum og ynskti honum deyðan!
32 – Aldri mátti fremmandur liggja úti um náttina; eg læt dyr mínar upp fyri ferðamanninum.
34 av tí at eg var ræddur fyri hinum stóra hópi og óttaðist fyri at verða vanvirdur av ættarfrændum, og tagdi tí og fór ikki út um dyrnar!
35 Á, hevði eg havt onkun, sum vildi lurtað eftir mær! Hygg, her er undirskrift mín – hin Alvaldi svari mær! Hevði eg bert havt tað, ið mótpartur mín hevur skrivað!
36 Sanniliga, eg skuldi tikið tað á økslina, eg skuldi fest tað á høvd mítt sum krúnu!
38 Hevur akurland mítt verið noytt at rópa undan mær, og hava allar foyrur tess grátið –
40 so grógvi tornir í staðin fyri hveiti, og illgras í staðin fyri bygg!“ – Her enda røður Jobs.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul