Job kap. 21

Uppsetan
2. Job Replies to Zophar
21:1-34:1
2 „Lurtið, ið hvussu er, eftir orðum mínum, og latið tað vera troystina, tit veita mær!
8 Tey síggja børn síni trívast rundan um seg, og eftirkomarar sínar hava tey fyri eygunum.
12 Tey syngja, meðan trumma og sitari ljóða, og tey gleðast, meðan floytan verður spæld.
14 – Og tó søgdu tey við Gud: „Vík frá okkum! Vit hava ikki hug at kenna vegir Tínar!
15 Hvat er hin Alvaldi, at vit skuldu tænt Honum, og hvønn bata skuldu vit havt av at vent okkum til Hansara við bøn!“
16 Tað er satt, lukka teirra stendur ikki í teirra egnu hond, og langt veri ráð hinna gudleysu frá mær!
17 Men hvussu ofta man lampa hinna gudleysu sløkna, og hvussu ofta hendir tað, at vanlukka kemur á tey! Hvussu ofta skiftir Hann teimum lutin í vreiði,
19 – „Gud* goymir børnum hansara straffina fyri óndskap hansara“ –? Ja**, men Hann átti at lønt honum sjálvum, so hann fekk tað at kenna!
20 Við egnum eygum átti hann at sæð undirgang sín, og av vreiði hins Alvalda átti hann at drukkið sjálvur!
21 Tí hvat spyr hann um hús sítt, táið hann sjálvur er burtur, táið mánaðatal hansara er úti!
28 Tit siga jú: „Hvar er hús yvirgangskropsins, og hvar er tjaldið, sum hini gudleysu búðu í!“
29 Hava tit tá aldri spurt teir, ið víða hava ferðast? – Og vitnisburði teirra munnu tit tó trúgva:
33 Søt er hvíla hansara í dalsmoldini, og allur heimurin fylgir so eftir, eins og óteljandi flokkur gekk undan honum.
34 – Hvussu fáa tit tá boðið mær so tóma troyst? Av svari tykkara er einki uttan trúloysi eftir!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul