Job kap. 34
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Elihu Confirms God’s Justice
34:1-37:1
1
Elihu tók aftur til orða og segði:
2
„Tit vísmenn, hoyrið orð míni, og lurtið eftir mær, tit vitigu!
3
Oyrað roynir jú orð, eins og gómarnir smakka mat.
4
Latið okkum granska út, hvat rætt er, latið okkum sameintar royna at skilja, hvat gott er!
5
Job hevur jú sagt: „Eg eri rættvísur, og Gud hevur tikið rætt mín frá mær;
6
tóat eg havi rætt, skal eg standa sum lygnari; drepandi pílur hevur rámt meg, tóat einki misbrot er hjá mær!“
7
– Man Job finna líka sín! Hann drekkur spott sum vatn,
8
heldur samlag við illgerðarmenn og hevur felagsskap við gudleys!
9
Tí hann hevur sagt: „Einki batar manni at vera vinur við Gud!“
10
– Hoyrið meg tí, tit klóku: Langt veri tað frá Gudi at synda, frá hinum Alvalda at vera órættvísur!
11
Nei, Hann lønir menniskjanum eftir verkum tess og letur mannin fáa viðurlag eftir atburði hansara!
12
Gud ger vissuliga einki, sum er órættur, hin Alvaldi boyggir ikki rættin!
13
Hvør hevur givið Honum jørðina í varðveitslu! Hvør hevur litið Honum alt jarðarríki upp í hendur!
14
Hevði Hann hugsað bert um Seg sjálvan og drigið anda og andadrátt Sín til Sín aftur,
15
so gekk alt livandi til grundar í senn, og menniskjað varð mold aftur.
16
Hevur tú vit, so hoyr hetta, lurta væl eftir orðum mínum!
17
Man ein, sum hatar rættin, duga at stjórna! Ella vágar tú tær at dómfella Hann, hin rættvísa, hin veldiga! –
18
Hann, sum kann siga við kongin: „Níðingur tín!“ og við høvdingan: „Gudloysingur tín!“ –
19
Hann, sum jú ikki ger mannamun, høvdingum til frama, og ikki setur ríkan hægri enn fátækan – tí allir eru teir handaverk Hansara.
20
Brádliga doyggja teir, mitt á nátt; hinum stóru gevur Hann eitt slag, og burtur teir eru; veldigir verða ryktir burt, ikki av mannahond.
21
Tí vegir menniskjans eru Honum fyri eyga, og Hann sær hvørt spor, ið tað stígur;
22
einki myrkur er, og eingin deyðaskuggi, sum illgerðarmenn fáa krógvað seg í.
23
Gudi nýtist ikki leingi at hava eyguni eftir manni, fyrrenn hann er noyddur at koma fyri dóm Guds.
24
Uttan avhoyring sorar Hann sundur hinar veldigu og setur aðrar í staðin.
25
Ja, Hann kennir verk teirra, og Hann slær teir niður um náttina og letur teir farast.
26
Sum gudleysar tyktar Hann teir, opinlýst, so øll síggja.
27
– Tí var tað jú, teir viku burtur frá Honum og ongari aktaðu eftir av leiðum Hansara –
28
at teir skuldu gera, at róp hinna fátæku náddu til Hansara, og Hann skuldi hoyra, hvussu hini kúgaðu góvu seg.
29
Um Hann er tigandi – hvør skal døma Hann! Fjalir Hann ásjón Sína – hvør fær tá at síggja Hann! – Bæði við tjóð og við einstakt menniskja ger Hann jú so
30
– fyri at vanheilagur skal ikki ráða, ein teirra, ið eru snerrur fólksins.
31
Tí man slíkur nakrantíð hava sagt við Gud: „Eg havi verið hugmóðigur; hereftir skal eg ikki gera tað, ið ilt er;
32
tað, ið eg síggi ikki, mást Tú læra meg; havi eg gjørt órætt, skal eg ikki gera so uppaftur“!
33
Skal Hann tá straffa eftir tínum tykki! – Tað er jú tú, ið hevur klagu móti Honum, so tú mást døma um hetta, og ikki eg – veitst tú nakað, so sig tað!
34
Vitigir menn fara at siga við meg, ja, hvør vísmaður, ið hoyrir meg:
35
„Job tosar ikki við skili, hann hugsar seg ikki um, áðrenn hann talar!“
36
– Á, at Job skuldi verðið royndur uttan íhald, aftur fyri at hann hevur svarað, sum ring fólk svara!
37
Tí hann dungar synd oman á synd; hann ber seg hugmóðiga at her ímillum okkara og nýtir mong orð móti Gudi!“