Job kap. 15

Uppsetan
c. The Second Cycle of Debates
15:1-21:34
i. Eliphaz’s Second Speech
15:1-17:16
1. Job Does Not Fear God
15:1-35:1
2 „Man vísmaður svara við kunnskapi, ið er berur vindur, og man hann fylla bróst sítt við stormi!
3 Man hann verja søk sína við orðum, ið einki bata, við talu, ið hann einki vinnur við!
7 Vart tú føddur fyrstur av øllum menniskjum! Vart tú borin í heim, áðrenn heyggjarnir vóru til!
15 Enntá hini heilagu Síni lítur Hann ikki á, og Himlarnir eru ikki reinir í eygum Hansara
18 tað, ið vísir menn hava kunngjørt og ikki dult, tað, ið teir fingu frá fedrum sínum,
19 teimum, ið eina høvdu fingið landið í ogn – eingin fremmandur ferðaðist teirra millum:
20 Hin gudleysi livir í angist allar dagar sínar, og fá í tali eru árini, ið eru goymd yvirgangskroppinum.
22 Hann hevur onga vón um at verða bjargaður úr myrkrinum, og hann er ætlaður til at falla fyri svørðinum.
23 Hann reikar um eftir breyði og spyr: „Hvar er tað at finna?“ – Hann veit, at dagur myrkursins stendur til reiðar undir lið hansara.
25 – Tí hann rætti út hondina móti Gudi og vágaði sær at halda ímóti hinum Alvalda,
28 búði í oyddum býum, í húsum, sum ikki eigur at verða búð í, sum eru ætlað til at liggja avtoftað.
29 – Hann verður ikki ríkur, góðs hansara verður ikki varandi, øks hansara hanga ikki tung móti jørðini.
30 Hann sleppur ikki undan myrkrinum; eldslogi skal turka kvistar hansara, og sjálvur skal hann forganga fyri andanum úr munni Hansara.*
31 Ei líti hann á fáfongd! Tá svíkur hann seg sjálvan; tí fáfongd og einki annað verður løn hansara.
33 hann verður sum víntræ, ið missir berini, áðrenn tey eru staðin, og sum oljutræ, ið kastar av sær blómurnar.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul