Job kap. 37

Uppsetan
vi. Elihu Proclaims God’s Majesty
37:1-24:1
3 Hann sendir tað avstað, so langt sum himmalin røkkur, og ljós Sítt líka at endum jarðarinnar.
4 Aftaná dunar røddin, Hann tornar við veldigu rødd Síni, Hann sparir ikki snarljós, táið Hann letur rødd Sína ljóða.
6 Hann sigur við kavan: „Fall á jørðina!“ – somuleiðis við regnið, sterka grovregn Sítt.
7 Hond hvørs menniskja innsiglar Hann, fyri at øll menniskju, ið Hann hevur skapt, skulu kenna verk Hansara.
12 tey fara higar og hagar, eftir sum Hann leiðir tey, fyri at tey skulu útinna alt, ið Hann gevur teimum boð um, um alla jørðina, so víð sum hon er
15 Skilir tú, hvussu Gud stýrir teimum og letur snarljósini skyggja fram úr skýggjum Sínum!
20 – Skal tað sigast Honum, at eg vil tosa við Hann! – Man nakar ynskja sín egna undirgang!
21 Og nú – menniskjuni síggja ikki ljósið, tóat tað skínur bjart á himli, og vindur hevur farið fram og reinsað hann!
23 Hin Alvalda finna vit ikki, Hann, sum so stórur er í mátti; men rættinum og hini fullu rættvísi gongur Hann ikki ov nær.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul