Job kap. 38
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Divine Discourses
38:1-42:17
a.
God’s First Challenge to Job
38:1-40:2
1
Nú svaraði HARRIN Job út úr storminum. Hann segði:
2
„Hvør er hann, ið myrkir ráð Mítt við skilaleysum orðum!
3
Gyrð nú lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg!
4
Hvar vart tú, táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur!
5
Hvør setti mál hennara! – Tú veitst tað jú! – Hvør spenti málisnøri yvir hana!
6
Hvar vórðu stólpar hennara slignir niður! Hvør legði hornstein hennara
7
– meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!
8
Hvør stongdi fyri havinum við portrum, táið tað breyt seg fram og gekk út úr móðurfangi,
9
táið Eg gav tí skýggið til klædning og myrka toku til sveip,
10
táið Eg setti tí mark, setti sláir og hurðar
11
og segði: „Higar, og ikki longur! Her skulu stoltu bylgjur tínar leggjast!“
12
Hevur tú nakrantíð kallað morgunin fram! Hevur tú víst morgunroðanum stað hansara,
13
so hann fevndi um endar jarðarinnar, og hini gudleysu vórðu rist burtur av henni!
14
Tá broytist jørðin sum leir undir innsigli, fær lit, sum hon hevði verið klædningur;
15
og ljós hinna gudleysu* verður frá teimum tikið, hin upplyfti armurin sundurbrotin.
16
Manst tú hava verið við keldur havsins, og manst tú hava gingið á avgrundarbotninum!
17
Hava portur deyðans víst seg fyri tær, og hevur tú sæð portur deyðaskuggans!
18
Hevur tú skoðað út yvir víddir jarðarinnar! – Veitst tú alt hetta, so sig tað!
19
Hvar er vegurin, hagar ljósið býr, og hvar hevur myrkrið heim sítt!
20
– so tú kundi farið eftir teimum og fingið tey til ríki teirra og á leiðina til bústað teirra!
21
– Víst veitst tú tað, tí tá vart tú jú føddur, og stórt er dagatal títt!
22
Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins,
23
sum Eg havi til at taka á heimsøkingartíðum, á orrustu- og ófriðardøgum!
24
Hvørja leið fer ljósið, táið tað skilir seg sundur, og eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina!
25
Hvør opnaði regninum rennu og snarljósinum veg
26
– til at lata regna yvir oyðið land, yvir oyðimørk, har einki menniskja býr,
27
til at metta oyðimørk og oyðið land og fáa gras at grógva, har sum fyrr var bert!
28
Man regnið hava faðir! Hvør er faðir døggdropanna!
29
Hvørjum móðurfangi kom ísurin úr! Og rím himmalsins, hvør føddi tað!
30
Vatnið verður hart sum grót, og havið stívnar omaná.
31
Bindur tú bandið um Sjeystjørnuna! Kanst tú loysa leinkjurnar av Orion!
32
Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringinum koma fram í rættari tíð! Og Bjørnin og ungar hennara – kanst tú stýra gongd teirra!
33
Kennir tú lógir himmalsins! Fyriskipar tú harradømi hansara yvir jørðini!
34
Kann rødd tín náa upp til skýggini, so vatnflóðir akta teg!
35
Kanst tú senda snarljósini avstað, so tey fara, so tey siga við teg: „Hygg, her eru vit!“
36
Hvør legði vísdóm í hini myrku skýggj, og hvør gav luftsjónini vit!
37
Hvør telur skýggini við vísdómi! Og vatnsíløt himmalsins – hvør stoytir burtur úr teimum
38
– táið dustið rennur saman til fasta jørð, og moldklumparnir loða hvør við annan!“