Job kap. 27

Uppsetan
e. The Final Defense of Job
27:1-31:40
i. Job’s First Monologue
27:1-28:28
2 „So satt sum Gud livir – Hann, sum hevur tikið rætt mín frá mær – hin Alvaldi, sum hevur volt mær beiska sorg:
5 – Langt veri tað frá mær at geva tykkum rætt! Inntil eg doyggi, lati eg ikki tað taka frá mær, at eg eri sakleysur.
6 Eg haldi fast við rætt mín, eg sleppi honum ikki – ikki ein av døgum mínum pínir hjarta mítt!
8 Tí hvørja vón hevur hin vanheilagi, táið Gud sker lív hansara av, táið hann verður kravdur eftir sál síni!
13 Hetta er luturin, ið gudleyst menniskja eigur hjá Gudi, og arvurin, ið yvirgangskroppar fáa frá hinum Alvalda:
14 Fær hann nógvar synir, so er tað til svørðið; avkom hansara verður ikki mettað av breyði.
15 Teir, ið undan komast av teimum, verða lagdir í grøvina av pest, og einkjurnar halda ikki syrgihøgtíð yvir teir.
17 so verða tað hini rættvísu, ið klæða seg við tí, sum hann hevur savnað, og silvurið skulu sakleysir býta.
20 Sum vatnflóðir fáa ræðslurnar hann aftur; um náttina fer stormurin avstað við honum.
21 Eystanstormurin hevur hann á loft, so hann fýkur avstað, hann sópar hann burt av staði hansara.
22 Gud skjýtur pílar Sínar móti honum og eirir honum ikki; fyri hond Hansara noyðist hann skundisliga at flýggja.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul