Job kap. 22
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
d.
The Third Cycle of Debates
22:1-26:14
i.
Eliphaz’s Third Speech
22:1-24:25
1.
Can a Man Be of Use to God?
22:1-30:1
1
Nú tók Elifaz Temanitur til orða og segði:
2
„Man menniskjað kunna gagna Gudi! Nei, sær sjálvum gagnar hin vitigi!
3
Er tað hinum Alvalda til nakran bata, at tú ert rættvísur! Hevur Hann nakran vinning av, at tú livir ólastandi!
4
Er tað fyri gudsótta tín, Hann revsar teg! Er tað tí, Hann fer til dóms við tær!
5
Er ikki óndskapur tín stórur, og eru ikki misgerðir tínar endaleysar!
6
Tú pantaði jú brøður tínar uttan grund og skræddi klæðini av naknum.
7
Hinum troytta gavst tú ikki vatn at drekka, og hinum svanga sýtti tú breyð.
8
Hin mæti – hansara var landið, og hin heiðraði búði í tí!
9
Einkjur lætst tú fara tómhentar avstað, og armarnar á faðirleysum breytst tú.
10
– Tí eru snerrur rundan um teg, og tí loypir brádlig ræðsla ótta á teg.
11
Ella sært tú ikki myrkrið, og vatnflóðina, ið leggur yvir teg?
12
Er Gud ikki høgur sum himmalin! Og hygg hinar hægstu stjørnur, hvussu høgt tær standa!
13
Tó sigur tú: „Hvat veit Gud! Man Hann kunna døma gjøgnum myrkrið!
14
Skýggini dimma jú eygu Hansara, so Hann sær ikki, og á himmalhvølvinum gongur Hann!“
15
Vilt tú tá fylgja leiðini, ið syndamenninir gingu í gomlum døgum,
16
teir, sum vórðu ryktir burt fyri tíðina, og hvørja grundvøllur rann burt sum streymur,
17
teir, ið søgdu við Gud: „Vík frá okkum!“ og sum spurdu, hvat hin Alvaldi skuldi kunna gera fyri teir.
18
Og Hann hevði tó fylt hús teirra við góðum! – Men langt veri ráð hinna gudleysu frá mær!
19
Hini rættvísu sóu tað og gleddust, hini sakleysu speiróku teir:
20
„So sanniliga gingu fíggindar okkara til grundar, og eldurin oyddi yvirflóð teirra!“
21
Verð vinur við Hann og bind frið! So skal lukka falla tær í lut.
22
Tak við lærdómi av munni Hansara og legg tær orð Hansara á hjarta!
23
Vendir tú eyðmjúkt um til hin Alvalda, so skal lukka tín verða upp aftur bygd – men tú mást fáa burt órætt úr tjøldum tínum!
24
Kasta gull títt í dustið, ofirgull títt millum lakjarsteinarnar!
25
– Tá skal hin Alvaldi vera gull títt, vera tær silvurdungar!
26
Ja, tá skalt tú hava gleði tína í hinum Alvalda og kunna lyfta andliti tínum til Gud.
27
Tú skalt biðja til Hansara, og Hann skal hoyra teg; tú skalt fáa hildið tað, ið tú lovar.
28
Setur tú tær nakað fyri, skal tað eydnast tær, og yvir leiðir tínar skal skína ljós;
29
liggja tær omaneftir, skalt tú siga: „Niðaneftir!“ – Hann skal frelsa tann, ið slær eygað niður;
30
ja, enntá tann, ið ikki er sakleysur, skal Hann frelsa; bjargaður skal hann verða við tí, at hendur tínar eru reinar.“