Job kap. 16

Uppsetan
2. Job Replies to Eliphaz
16:1-17:16
a. Job Decries His Comforters
16:1-22:1
4 Eisini eg kundi talað sum tit, um tit bert høvdu verið staddir sum eg – pentað saman orð móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum,
8 Tú legði hond á meg – tað varð vitni móti mær; sjúkdómur mín reisti seg móti mær, beint upp í eyguni vitnaði hann móti mær.
9 Vreiði Hansara skræddi meg sundur og elti meg, Hann gríslaði tenn móti mær, sum mótstøðumaður hvesti Hann eyguni móti mær.
10 Teir gapa móti mær, sláa meg við háði undir vangan og flokkast rundan um meg allir samlir.
12 Eg livdi í friði – tá breyt Hann meg sundur, Hann tók í nakkan á mær og soraði meg sundur, setti meg upp sum mál at skjóta eftir.
13 Pílar Hansara flúgva rundan um meg; náðileyst klývur Hann nýru míni og hellir gall mítt út á jørðina.
14 Hann brýtur meg niður við einum skumpinum fyri og øðrum eftir, loypur á meg sum kappi.
19 Enntá nú havi eg vitni mítt í Himli, og ein á hæddini, sum kann staðfesta orð míni!
21 Ja, hevði Hann latið mannin fingið rætt móti Gudi, og menniskjabarnið rætt móti næsta tess!
22 Tí fá eru árini, ið koma skulu, áðrenn eg fari tann veg, ið eg ikki komi aftur av.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul