Ezekiel kap. 6

Uppsetan
c. Judgment on the Land
6:1-7:27
i. Judgment against Idolatry
6:1-7:1
3 og sig: Tit fjøll Ísraels! Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini og heyggjarnar, við gilini og dalarnar: Eg lati svørð koma yvir tykkum og forkomi offurheyggjum tykkara.
4 Altar tykkara skulu verða løgd í oyði, og sólstólpar tykkara brotnir, og Eg skal lata dripnu tykkara falla framman fyri avgudar tykkara.
5 Eg skal blaka lík Ísraelsmanna framman fyri avgudar teirra og stroya bein tykkara rundan um altar tykkara.
6 Allastaðni har sum tit búgva, skulu býirnir verða oydnir, og offurheyggjarnir lagdir í oyði, so altar tykkara standa oyðin og verða løgd í oyði, avgudar tykkara verða sundurbrotnir og fyribeindir, sólstólpar tykkara høgdir niður, og handaverk tykkara gjørd til einkis;
ii. A Remnant to Be Blessed
6:8-14:1
8 Men leivd skal Eg lata verða eftir, so nøkur av tykkum sleppa undan svørðinum úti millum tjóðirnar, táið tit verða spjadd um í londunum.
9 Og tey av tykkum, ið undan sleppa, skulu minnast Meg millum tjóðirnar, hagar tey eru herleidd – táið Eg havi boygt trúleysu hjørtu teirra, ið vóru vikin frá Mær, og eygu teirra, sum í trúleysum fráfalli hugdu eftir avgudum teirra; tá skulu tey vamlast við seg sjálv fyri tað ónda, ið tey hava gjørt við øllum viðurstygdum sínum;
10 og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. – Ikki er tað fyri einki, Eg havi talað um at lata hesa vanlukku koma yvir tey.
11 So sigur Harrin HARRIN: Slá hendurnar saman, trampa við fótinum og rópa vei yvir allar tær óndu viðurstygdir, í húsi Ísraels eru! Tí tey skulu falla fyri svørði, hungri og pest.
12 Tann, ið langt burtur er, skal doyggja av pest; tann, ið nær er, skal falla fyri svørði, og tann, ið eftir er og er bjargaður, skal doyggja av hungri – Eg skal úthella alla vreiði Mína yvir tey.
13 Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið dripnu teirra liggja mitt ímillum avgudar teirra, rundan um altar teirra, á øllum høgum hæddum, á øllum fjallatindum, undir øllum grønum trøum og hvørjari blaðríkari eik – har sum tey lótu góðan anga stíga upp fyri øllum avgudum sínum.
14 Eg skal rætta út hondina móti teimum og gera landið oydnari og tómari enn oyðimørkina við Dibla – allastaðni har sum tey búgva; og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul