Ezekiel kap. 20
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
x.
Rebellious Israel
20:1-44:1
1.
Israel’s Rebellion in Egypt
20:1-17:1
1
Sjeynda árið, tann tíggjunda í fimta mánaði, komu nakrir av hinum elstu Ísraels at spyrja HARRAN til ráðs; og teir settust framman fyri meg.
2
Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
3
Menniskjasonur! Tala við hinar elstu Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eru tit komnir at spyrja Meg til ráðs? – So satt sum Eg livi, lati Eg Meg ikki spyrja til ráðs av tykkum! sigur Harrin HARRIN.
4
Vilt tú døma teir, vilt tú døma teir, menniskjasonur! Tala við teir um viðurstygdir fedra teirra
5
og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Tann dag Eg útvaldi Ísrael og lyfti hondini til eið fyri avkomi Jákups hús og opinberaði Meg fyri teimum í Egyptalandi, táið Eg lyfti hondini til eið fyri teimum og segði: „Eg eri HARRIN Gud tykkara!“
6
– tann dag lovaði Eg teimum við upplyftari hond, at Eg skuldi leiða tey út av Egyptalandi til land, ið Eg hevði valt teimum, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum.
7
Og Eg segði við tey: „Ein og hvør tykkara má kasta burtur viðurstygdirnar, ið hann hevur fyri eygum, og tit mugu ikki gera tykkum órein við avgudum Egyptalands – Eg eri HARRIN Gud tykkara!“
8
Men tey vóru Mær ólýðin og vildu ikki lurta eftir Mær; tey kastaðu ikki burt viðurstygdirnar, ið tey høvdu fyri eygum, og vendu sær ikki frá avgudum Egyptalands. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey og tøma út bræði Mína á tey mitt í Egyptalandi.
9
Men tað, ið Eg gjørdi, gjørdi Eg fyri navns Míns skuld, fyri at tað ikki skuldi verða vanhalgað fyri eygum fólksins, ið tey búðu millum, og sum hevði sæð, at Eg opinberaði Meg fyri teimum til at leiða tey út av Egyptalandi.
10
Eg leiddi tey tá út av Egyptalandi og læt tey koma inn í oyðimørkina.
11
Eg gav teimum boð Míni og kunngjørdi teimum lógir Mínar; tí tað menniskja, ið heldur tey, skal liva við teimum.
12
Eisini sabbatar Mínar gav Eg teimum, so teir skuldu vera tekin millum Meg og tey, fyri at tey skuldu vita, at Eg, HARRIN, eri tann, ið halgar tey.
13
Men hús Ísraels var Mær ólýðið í oyðimørkini; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og vrakaðu lógir Mínar – og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum – og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey í stórum. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey í oyðimørkini og gera enda á teimum.
14
Men tað, ið Eg gjørdi, gjørdi Eg fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út.
15
Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi ikki lata tey koma inn í landið, sum Eg hevði givið teimum, landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum
16
– aftur fyri at tey vrakaðu lógir Mínar, ikki gingu eftir boðum Mínum og vanhalgaðu sabbatar Mínar; tí hjarta teirra gekk eftir avgudum teirra.
17
Men eyga Mítt spardi tey, so Eg forkom teimum ikki; Eg gjørdi ikki heilt enda á teimum í oyðimørkini.
2.
Israel’s Rebellion in the Wilderness
20:18-26:1
18
So segði Eg við børn teirra í oyðimørkini: „Gangið ikki eftir boðum fedra tykkara, haldið ikki lógboð teirra, og gerið tykkum ikki órein við avgudum teirra!
19
Eg eri HARRIN Gud tykkara; gangið eftir boðum Mínum, og haldið lógir Mínar og gerið eftir teimum!
20
Og haldið sabbatar Mínar heilagar! Teir skulu vera tekin millum Meg og tykkum, fyri at tit skulu vita, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara.“
21
Men børnini vóru Mær ólýðin; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og hildu ikki lógir Mínar, so tey gjørdu eftir teimum – og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum – og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey og tøma út bræði Mína á tey í oyðimørkini.
22
Tó helt Eg hond Míni aftur og gjørdi tað, ið Eg gjørdi, fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út.
23
Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi spjaða tey millum tjóðirnar og stroya tey út um londini
24
– aftur fyri at tey hildu ikki lógir Mínar, men vrakaðu boð Míni og vanhalgaðu sabbatar Mínar, og eygu teirra gingu eftir avgudum fedra teirra.
25
Tí gav Eg teimum eisini boð, ið ikki vóru góð, og lógir, sum tey ikki kundu liva við.
26
Eg læt tey verða órein við offurgávum teirra – við tað at tey lótu alt, ið opnar móðurlív, ganga gjøgnum eldin; tí Eg vildi sláa tey við ræðslu, so tey skuldu sanna, at Eg eri HARRIN.
3.
Israel’s Rebellion in the Land
20:27-32:1
27
Tala tí til hús Ísraels, menniskjasonur, og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eisini við tí háðaðu fedrar tykkara Meg, at teir vóru Mær trúleysir.
28
Eg leiddi teir inn í landið, sum Eg við upplyftari hond hevði svorið at geva teimum; men hvørja ferð teir sóu høga hædd ella blaðríkt træ, ofraðu teir har sláturoffur síni og bóru har fram andstyggiligu offurgávur sínar; har lótu teir góða offuranga sín stíga upp, og har útheltu teir drykkjuoffur síni.
29
Tá segði Eg við teir: „Hvat eru hesar offurhæddir, síðani tit leita til teirra!“ – Og kortini rópast tær offurhæddir enn í dag.
30
Sig tí við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Skulu tit tá gera tykkum órein á sama hátt sum fedrar tykkara og í trúleysum fráfalli renna eftir viðurstygdum teirra!
31
Tit gera tykkum enn í dag órein við øllum avgudum tykkara, við tí at tit bera teimum fram gávur tykkara og lata børn tykkara ganga gjøgnum eldin. Skuldi Eg tá latið Meg spurt til ráðs av tykkum, hús Ísraels! So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – lati Eg Meg ikki spyrja til ráðs av tykkum!
32
Og aldri skal tað henda, sum tit hava fingið í huga, táið tit siga: „Vit vilja vera sum heidningarnir, sum fólkini í øðrum londum, vit vilja dýrka træ og stein!“
4.
Judgment and Restoration
20:33-44:1
33
So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN: Við sterkari hond, útrættum armi og fossandi vreiði skal Eg vísa, at Eg eri kongur tykkara!
34
Við sterkari hond, útrættum armi og fossandi vreiði skal Eg leiða tykkum burt frá fólkasløgunum og savna tykkum úr londunum, hagar tit eru spjadd.
35
Eg skal leiða tykkum inn í oyðimørk tjóðanna, og har skal Eg ganga til dóms við tykkum, andlit til andlit;
36
eins og Eg í oyðimørk Egyptalands gekk til dóms við fedrum tykkara, skal Eg ganga til dóms við tykkum – sigur Harrin HARRIN.
37
Eg skal lata tykkum ganga undir stavinum, og Eg skal leiða tykkum inn í sáttmálabandið;
38
Eg skal skilja frá tykkum tey, sum ólýðin vóru, og tey, sum fullu frá Mær; Eg skal flyta tey út av landinum, har tey eru í útlegd, men til Ísraelsland skal eingin teirra koma – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
39
Og tit, hús Ísraels! So sigur Harrin HARRIN: Farið og dýrkið hvør avgudar sínar! Men síðani skulu tit sanniliga lurta eftir Mær og ikki longur vanhalga heilaga navn Mítt við gávum og avgudum tykkara.
40
Tí á heilaga fjalli Mínum, á høga fjalli Ísraels – sigur Harrin HARRIN – har skal alt hús Ísraels, har skulu øll, sum í landinum eru, tæna Mær; har skal Eg í náði taka ímóti teimum, og har skal Eg spyrja eftir offurgávum tykkara og eftir frumgróðrinum, sum tit bera fram av øllum, ið tit halga.
41
Fyri hin góða angan skal Eg í náði taka ímóti tykkum, táið Eg leiði tykkum út frá tjóðunum og savni tykkum úr londunum, hagar tit eru spjadd, og fyri eygum tjóðanna opinberi Meg á tykkum sum hin Heilaga.
42
Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg leiði tykkum inn í Ísraelsland, inn í landið, sum Eg við upplyftari hond havi svorið at geva fedrum tykkara.
43
Har skulu tit minnast atburð tykkara og allar gerðirnar, ið tit hava gjørt tykkum órein við, og tit skulu vamlast við tykkum sjálv fyri allar illgerðirnar, ið tit hava gjørt.
44
Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg geri so við tykkum – fyri navns Míns skuld og ikki eftir ónda atburði tykkara og skammleysu verkum tykkara, hús Ísraels! sigur Harrin HARRIN.
xi.
Babylon, the Instrument of Judgment
20:45-21:32
1.
A Prophecy against the South
20:45-49:1
45
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
46
Menniskjasonur! Vend andliti tínum suðureftir og prædika móti suðri, profetera móti skóglandinum í suðri!
47
Sig við skógin í suðri: Hoyr orð HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Eg seti eld á teg, og hann skal brenna hvørt grønt træ og hvørt turt træ í tær; hin logandi eldur skal ikki sløkna, nei, hvørt andlit, úr suðri og í norður, skal verða brent av honum.
48
Og alt hold skal síggja, at Eg, HARRIN, havi kynt hann – hann skal ikki sløkna!
49
Tá segði eg: „Á Harri HARRI! Tey siga um meg: „Hann talar jú bert í líknilsum!““