Ezekiel kap. 17

Uppsetan
vii. The Parable of Two Eagles and a Vine
17:1-24:1
3 – sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum.
4 Hon breyt ovasta kvistin av og fór til keypmannalandið við honum og setti hann í handilsstaðin.
5 So tók hon plantu har í landinum og setti hana í dýrkaða mark; hon plantaði hana á staði, har nógv vatn var, hon setti hana eins og pílatræ.
6 Hon vaks upp og varð víntræ, ið breiddi seg langt út, men var lágvaksið, fyri at greinar tess skuldu venda sær til hennara,* og røtur tess vera undir henni. Og tað varð víntræ, ið fekk greinar og bar kvistar.
7 Men har var onnur stór ørn við stórum veingjum og nógvari fjøður – og víntræið toygdi røturnar yvir ímóti henni; úr staðnum, har tað var plantað, rætti tað greinarnar yvir til hennara, fyri at hon skuldi vatna tað.
8 Í góðari jørð var tað plantað, á staði, har nógv vatn var, so tað kundi fáa greinar og bera ávøkst og verða valavíntræ.
9 Sig tí: So sigur Harrin HARRIN: Kann tí nú gangast væl! Skulu ikki røtur tess verða skræddar upp, og skal ikki ávøkstur tess verða slitin av, so tað tornar burt! Øll bløðini, ið spretta á tí, skulu torna burt, og ikki við stórari styrki og nógvum fólki skal nakar vera førur fyri at fáa tað at vaksa upp aftur av rótunum.
10 Víst er tað plantað – men kann tí gangast væl! Skal tað ikki torna burt, heilt torna burt, við tað sama sum eystanvindurin fer at leika um tað! Á staðnum har tað veksur, skal tað torna burt.
12 Sig við hina ólýdnu ætt: Vita tit ikki, hvat hetta hevur at týða? Sig: Bábelskongur kom til Jerusalem og tók kongin og høvdingarnar har og hevði teir við sær til Bábel.
13 Síðani tók hann ein av kongaættini og gjørdi sáttmála við hann og tók hann í eið. Men stórmenn landsins tók hann við sær,
14 fyri at tað skuldi vera kongaríki, ið lítið hevði at týða, og ikki hugmóða sær, men halda sáttmálan við hann og so verða standandi.
15 Men hann fall frá honum og læt sendimenn sínar fara til Egyptalands, fyri at teir skuldu lata hann fáa hestar og nógv fólk. – Kann honum gangast væl! Skal tann, ið slíkt ger, komast undan! Skal hann, ið brýtur sáttmála, komast undan!
16 So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – har sum hann býr, kongurin, ið gjørdi hann til kong, men hvørs eið hann vanvirdi, og hvørs sáttmála hann breyt, hjá honum, mitt í Bábel, skal hann doyggja.
17 Og ikki skal Farao við stórum heri og nógvum fólki koma honum til hjálpar í stríðinum, táið moldgarður verður laðaður upp, og skansar verða reistir – til at volda mongum deyðan.
18 Hann vanvirdi eiðin og breyt sáttmálan, tóat hann hevði givið handtak; alt hetta hevur hann gjørt – hann skal ikki komast undan!
19 Tí sigur Harrin HARRIN so: So satt sum Eg livi – eiðin, ið hann svór um Meg, men kortini vanvirdi, og sáttmála Mín, sum hann breyt, skal Eg vissuliga lata koma yvir høvd hansara.
20 Eg skal kasta garn Mítt yvir hann, og hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal flyta hann til Bábel og ganga til dóms við honum har fyri trúloysið, ið hann hevur víst Mær.
21 Allir teir, ið flýggja úr øllum herflokkum hansara, skulu falla fyri svørði, og teir, ið eftir verða, skulu verða spjaddir í allar ættir – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað.
22 So sigur Harrin HARRIN: Tá skal Eg taka grein úr toppinum á hinum høga sedristrænum og seta hana; av ovastu greinum tess skal Eg bróta klænan kvist, og Eg skal planta hann á høgum, høgum fjalli.
23 Á høga fjalli Ísraels skal Eg planta hann, og hann skal fáa greinar og bera ávøkst og verða valasedristræ; alskyns fuglar skulu búgva undir honum, alt, ið veingir hevur; í skugganum av greinum hansara skulu teir búgva.
24 Og øll trø á markini skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi gjørt høgt træ lágt og lágt træ høgt, grønt træ turt og turt træ grønt; Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul