Ezekiel kap. 22

Uppsetan
xii. The Sin of Jerusalem
22:1-31:1
2 Tú, menniskjasonur! Vilt tú døma – vilt tú døma blóðstaðin! Minn hann á allar viðurstygdir hansara
3 – sig: So sigur Harrin HARRIN: Á býur, sum hevur úthelt blóð teirra, sum í tær búgva – fyri at tíð tín skal koma, tú, ið hevur gjørt tær avgudar og soleiðis ert vorðin óreinur!
4 Við blóðinum, ið tú hevur úthelt, ert tú vorðin sekur, og við avgudunum, ið tú hevur gjørt, ert tú vorðin óreinur; tú hevur fingið dagar tínar at nærkast og hevur nátt ár tíni; tí geri Eg teg tjóðunum til háð og øllum londum til spott.
5 Tey, sum nær eru, og tey, sum langt burtur frá tær eru, skulu spotta teg, tú við spilta navni tínum og stóra óskili tínum!
7 Faðir og móðir vórðu vanvird í tær; hin fremmandi varð kúgaður í tær; hin faðirleysi og einkjan liðu órætt í tær.
9 Baktalarar vóru í tær, til at úthella blóð, og etið* varð á fjøllum tínum; skemdarverk vórðu gjørd í tær.
10 Í tær lyftu teir burtur av blygd faðirs síns; í tær komu teir kvinnuni nær, ta tíðina hon var órein.
11 Ein bar seg viðurstyggiliga at við konu næsta síns; ein annar vanærdi í skammiligum siðloysi sonarkonu sína; uppaftur ein annar í tær kom systur síni nær, dóttur faðirs síns.
12 Í tær lótu teir seg keypa til at úthella blóð; rentu og yvirmál tókst tú; við yvirgangi gjørdi tú næsta tínum órætt, og Meg gloymdi tú – sigur Harrin HARRIN.
13 Men Eg slái saman hendur yvir hin órættvísa vinning, ið tú hevur savnað tær, og yvir blóðið, ið tú úthellir hjá tær.
14 Kann hjarta títt standa seg, ella kunnu hendur tínar vera sterkar, teir dagar tú fært við Meg at gera! Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.
15 Eg skal spjaða teg millum tjóðirnar og stroya teg út um londini, og Eg skal taka burtur frá tær alla óreinsku tína.
16 Tú skalt verða vanhalgaður fyri eygum heidninganna – sjálvgjørt – og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN.
18 Menniskjasonur! Hús Ísraels er vorðið Mær ilska; tey eru øll somul sum kopar, tin, jarn og blýggj í ovni; silvurilska eru tey vorðin.
19 Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit øll eru vorðin ilska – ja, so skal Eg savna tykkum saman í Jerusalem.
20 Eins og ein savnar saman silvur, kopar, jarn, blýggj og tin í ovni og blæsur í eldin til at bræða tað, so skal Eg í vreiði og bræði Míni savna tykkum saman og leggja tykkum í ovnin og bræða tykkum.
21 Ja, Eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield Mín móti tykkum, og tit skulu verða brædd í honum.
22 Sum silvur verður brætt í ovni, so skulu tit verða brædd í honum, og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi úthelt vreiði Mína yvir tykkum.
24 Menniskjasonur! Sig við tað*: Tú ert land, ið ikki er reinsað, sum ikki er skolað av regni vreiðidagin.
25 Profetarnir, ið har eru, hava svorið seg saman og eru sum brølandi leyva, ið skræðir sundur rán sítt; teir eta upp sálir, teir ríva til sín ognir og tað, ið dýrabart er; teir gera mangar til einkjur har.
26 Prestarnir har broyta við valdi lóg Mína og vanhalga halgidómar Mínar; teir gera ongan mun á heilagum og vanheilagum og læra ongan at gera mun á óreinum og reinum; fyri sabbatum Mínum lata teir eyguni aftur, og Eg verði vanhalgaður millum teirra.
27 Høvdingarnir harinni eru sum úlvar, ið skræða sundur rán sítt; teir úthella blóð og forkoma sálum fyri at savna sær órættvísan vinning.
28 Profetarnir, ið tey hava, hvítta fyri tey við kálki; teir skoða fáfongd og spáa teimum lygn og siga: „So sigur Harrin HARRIN!“ – tóat HARRIN hevur ikki talað.
29 Fólkið í landinum ger yvirgangsverk og rænir; hin arma og fátæka kúga tey, og móti hinum fremmanda gera tey yvirgangsverk tvørturímóti lóg og rætti.
30 Eg leitaði millum teirra eftir manni, ið vildi reisa múr og stíga fram í skarðið móti Mær, landinum til verju, so Eg legði tað ikki í oyði – men Eg fann ongan.
31 Tí úthelli Eg bræði Mína yvir tey, í brennandi vreiði Míni geri Eg enda á teimum; atburð teirra lati Eg koma yvir høvd teirra – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul