Ezekiel kap. 34
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
Israel Will Return to the Land
34:1-37:28
i.
A Prophecy for Shepherds
34:1-31:1
1.
Against Israel’s Shepherds
34:1-10:1
1
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2
Menniskjasonur! Profetera móti hirðum Ísraels – profetera og sig við teir, við hirðarnar: So sigur Harrin HARRIN: Vei hirðum Ísraels, sum røkta seg sjálvar! Er tað ikki fylgið, hirðarnir skulu røkta!
3
Hitt feita eta tit, við ullini klæða tit tykkum, og hini feitu kríatúrini drepa tit; men fylgið røkta tit ikki!
4
Hitt veika hava tit ikki styrkt; hitt sjúka hava tit ikki grøtt; hinum beinbrotna hava tit ikki bundið um hjá; tað, ið burtur var stygt, hava tit ikki rikið aftur, og hitt burtvilsta hava tit ikki leitað upp – nei, tit hava borið tykkum at sum harðir og grummir harrar yvir teimum!
5
Soleiðis spjaddist fylgið; av tí at tað ongan hirða hevði, varð tað øllum hinum villu dýrunum á markini til føði og spjaddist.
6
Fylgi Mítt fjakkar um á øllum fjøllum og øllum høgum hæddum; um alt landið er fylgi Mítt spjatt, og eingin spyr, og eingin leitar eftir teimum.
7
Hoyrið tí orð HARRANS, tit hirðar!
8
So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – sanniliga, við tað at fylgi Mítt er vorðið til rán, ja, við tað at fylgi Mítt er vorðið øllum hinum villu dýrunum á markini til føði, tí tað ongan hirða hevði, og hirðar Mínir spurdu ikki eftir fylgi Mínum, nei, hirðarnir røktaðu seg sjálvar og røktaðu ikki fylgi Mítt
9
– hoyrið tí orð HARRANS, tit hirðar!
10
So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir hirðarnar og skal krevja fylgi Mítt av hond teirra og koyra teir frá sum hirðar fylgisins – so hirðarnir skulu ikki røkta seg sjálvar longur – og Eg skal bjarga fylgi Mínum úr gapi teirra, so tað skal ikki vera teimum til føði.
2.
The Good Shepherd
34:11-24:1
11
Tí so sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg komi og skal spyrja eftir fylgi Mínum og hyggja eftir tí.
12
Sum hirði hyggur eftir fylgi sínum, tann dag hann er millum seyð sín, sum hevur verið spjaddur, so skal Eg hyggja eftir seyði Mínum og fáa hann heimaftur av øllum støðunum, hagar hann spjaddist dag við skýggjum og bølamyrkri.
13
Eg skal leiða hann út frá tjóðunum og savna hann úr londunum og leiða hann heimaftur í hansara egna land; og Eg skal røkta hann á Ísraelsfjøllum, í dølunum og á øllum støðum í landinum, har hann býr.
14
Á góðum haglendi skal Eg lata hann liggja, á hinum høgu fjøllum Ísraels skal hann liggja og eta; har skal hann hvíla á góðum haglendi; á feitum haglendi skal hann liggja og eta á Ísraelsfjøllum.
15
Eg skal sjálvur halda fylgi Mínum á haga og sjálvur lata tað hvíla – sigur Harrin HARRIN.
16
Hitt burtvilsta skal Eg leita upp; tað, ið burtur er stygt, skal Eg reka aftur; hinum beinbrotna skal Eg binda um hjá, og hitt sjúka skal Eg styrkja. Men hinum feita og hinum sterka skal Eg hava eyguni eftir; Eg skal røkta tað, so sum rætt er.
17
Og tit, fylgi Mítt – so sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg skal døma millum seyð og seyð, millum veðrar og bukkar!
18
Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at liggja á hinum besta haglendinum, síðani tit kleyva niður tað, ið eftir er av haglendi tykkara! Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at drekka hitt klára vatnið, síðani tit við fótunum grugga tað, ið eftir er!
19
Fylgi Mítt – skal tað eta tað, ið tit hava kleyvað niður, og drekka tað, ið tit hava gruggað við fótunum!
20
– Tí sigur Harrin HARRIN so við teir: Eg komi og skal døma millum hin feita og hin soltna seyðin!
21
Aftur fyri at tit við síðu og við bógvi fíra hinar veiku burt og stúta teir við hornum tykkara, inntil tit hava spjatt teir sundur og rikið teir út,
22
so skal Eg frelsa seyð Mín – hann skal ikki vera rán longur – og Eg skal døma millum seyð og seyð.
23
Eg skal reisa upp hirða yvir teir, og Hann skal røkta teir – tænara Mín Dávid; Hann skal røkta teir, Hann skal vera hirði teirra.
24
Og Eg, HARRIN, skal vera Gud teirra, og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi millum teirra – Eg, HARRIN, havi talað!
3.
The Covenant of Peace
34:25-31:1
25
Eg skal gera friðarsáttmála við teir og oyða vill dýr úr landinum, og teir skulu búgva trygt í oyðimørkini og sova í skógunum.
26
Til signing skal Eg gera teir og landið rundan um hædd Mína; Eg skal senda regn í rættari tíð; signingarskúrir skulu tað vera.
27
Trøini á markini skulu geva ávøkst sín, og jørðin skal geva grøði sína; teir skulu búgva trygt í landi sínum, og teir skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg bróti okstengur teirra og frelsi teir av hondum teirra, sum hildu teir í trældómi.
28
Teir skulu ikki longur vera tjóðunum til rán, og hini villu dýr jarðarinnar skulu ikki ríva teir í seg; teir skulu búgva trygt, og eingin skal ræða teir.
29
Eg skal lata vaksa teimum upp friðarvøkst, og teir skulu ikki longur verða rivnir burtur av hungri í landinum og ikki longur bera háð tjóðanna.
30
Teir skulu sanna, at Eg, HARRIN Gud teirra, eri við teimum, og at teir, hús Ísraels, eru fólk Mítt – sigur Harrin HARRIN.
31
Ja, tit, fylgi Mítt, fylgið, ið Eg røkti, tit eru menniskju; og Eg eri Gud tykkara – sigur Harrin HARRIN.