Ezekiel kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
xiv.
The Parable of the Cooking Pot
24:1-14:1
1
Orð HARRANS kom til mín níggjunda árið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði; Hann segði:
2
Menniskjasonur! Skriva tær upp navnið á hesum degi – júst hesum degi! Tí júst í dag hevur bábelskongur lagt á Jerusalem.
3
Og set fram líknilsi fyri hina ólýdnu ætt – sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Set pottin útyvir, set hann útyvir og lat so vatn í hann!
4
Lat síðani kjøtstykkini tilsamans í hann, øll góð stykki, tjógv og bógv! Fyll hann við hinum bestu beinum!
5
Tak hitt besta av smáfænum, og legg so brenni undir hann til at kóka beinini! Lat tað kóka, so munar! – Beinini kóka longu í honum.
6
Tí sigur Harrin HARRIN so: Vei blóðstaðnum, hasum rustaða potti, sum rusturin ikki er farin av! Tak upp úr honum eitt stykkið fyri og annað eftir! Ikki verður kastaður lutur um tey.
7
Tí blóðið, ið hann hevur úthelt, er enn í honum; hann hevur latið tað renna á beru klettarnar; hann hevur ikki helt tað á jørðina, so moldin kundi fjalt tað.
8
Fyri at vísa vreiði Mína og fyri at taka hevnd havi Eg latið blóðið, ið hann hevur úthelt, runnið á beru klettarnar, so tað skuldi ikki verða fjalt.
9
Tí sigur Harrin HARRIN so: Vei blóðstaðnum! Ja, Eg skal gera bálið stórt.
10
Legg nógvan við aftrat, kynd upp eldin! Lat kjøtið verða moyrt, og soðið kóka burtur, so beinini brennast!
11
Og lat pottin standa tóman á glóðunum, so hann verður heitur – so koparið í honum fer at gløða, og óreinska hansara bræðist burtur, og rustur hansara tærist burtur!
12
Troyttandi arbeiði hevur hann volt Mær, og tó er hin tjúkki rustur ikki av honum farin. – Í eldin við rusti hansara!
13
Óreinska tín er skomm; við tað at Eg havi reinsað teg, men tú ert ikki vorðin reinur, skalt tú ikki sleppa frá aftur óreinsku tíni, fyrrenn Eg havi svalað vreiði Míni á tær.
14
Eg, HARRIN, havi talað; tað kemur, og Eg skal gera tað; Eg lati tað ikki vera og eiri ikki og angri ikki; eftir atburði tínum og gerðum tínum skalt tú verða dømdur – sigur Harrin HARRIN.
xv.
Ezekiel’s Wife Dies
24:15-27:1
15
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
16
Menniskjasonur! Hana, ið eygu tíni hava gleði sína í, taki Eg frá tær við bráðum deyða; men tú mást ikki gremja teg og ikki gráta – tár tíni mugu ikki renna.
17
Suffa í loynd og halt ikki syrgihátíð sum eftir ein deyðan! Bind húgvu tína á teg, lat teg í skógvar tínar, fjal ikki skeggið, og et ikki sorgarbreyð!
18
Eg talaði so um morgunin til fólkið, og kona mín doyði um kvøldið; og morgunin eftir gjørdi eg, sum mær var sagt.
19
Tá segði fólkið við meg: „Vilt tú ikki siga okkum, hvat tað hevur at týða, at tú gert so?“
20
Eg svaraði teimum: Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
21
Sig við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Eg vanhalgi halgidóm Mín, sum tit í hugmóði líta á, sum eygu tykkara hava gleði sína í, og sum sál tykkara tráar eftir; og synir og døtur tykkara, sum tit hava latið eftir, skulu falla fyri svørði.
22
Tá skulu tit gera, sum eg havi gjørt: Skegg tykkara skulu tit ikki fjala, og sorgarbreyð skulu tit ikki eta;
23
húgvurnar skulu tit hava á høvdinum og skógvarnar á fótunum; tit skulu ikki gremja tykkum og ikki gráta; nei, tit skulu svinna burtur í misgerðum tykkara og suffa hvør við øðrum.
24
Ezekiel skal vera tykkum tekin; tit skulu á allan hátt gera, sum hann hevur gjørt. Táið tað kemur, skulu tit sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
25
Og tú, menniskjasonur! Tann dag Eg taki frá teimum vernd teirra, dýru frøi teirra, tað, sum eygu teirra hava gleði sína í, og sum sál teirra tráar eftir, synir og døtur teirra,
26
tann dag skal ein undansloppin koma til tín og kunngera tað fyri fólki.
27
Tann dag skal muður tín verða latin upp – táið hin undanslopni er komin – og tú skalt tala og ikki vera málleysur longur; tú skalt vera teimum tekin, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.