Ezekiel kap. 42

Uppsetan
13. Chambers for the Priests
42:1-14:1
1 Hann fór nú við mær út í Ytra Forgarð, leiðina norðureftir, og síðani fór hann við mær til kømurini, sum lógu beint yvir av hinum fráskilda plássinum og beint yvir av bygninginum í norðri.
3 Út móti hinum 20 alin breiða plássinum, ið hoyrdi til Innara Forgarð, og út móti steingólvinum í Ytra Forgarði var súlugong yvir av súlugong í trimum hæddum.
4 Framman fyri kømurini var tíggju alin breið gong inneftir, alinbreiður vegur; dyr teirra vendu norðureftir.
5 Tey ovastu kømurini vóru smærri enn hini; tí súlugongirnar tóku meiri pláss frá teimum enn frá hinum niðastu og hinum mittastu í bygninginum.
6 Tí tey lógu í trimum hæddum, men høvdu ongar súlur, soleiðis sum forgarðarnir høvdu; tí varð minni pláss í hinum ovastu kømurunum enn í hinum niðastu og mittastu – frá jørðini uppeftir.
7 Ein múrur, sum var uttanfyri, fram við kømurunum, móti Ytra Forgarði, gekk framman fyri kømurini; hann var 50 alin langur.
8 Tí kømurini, ið lógu út móti Ytra Forgarði, vóru 50 alin long, men móti templinum 100 alin.
9 Niðan fyri hesi kømur var inngongdin eystanfrá – táið gingið var inn í tey úr Ytra Forgarði.
10 Har sum forgarðsmúrurin fyri eystan var tjúkkastur, framman fyri hitt fráskilda plássið og framman fyri bygningin, vóru eisini kømur.
11 Og framman fyri tey var vegur; tey sóu út sum kømurini, ið fyri norðan vóru, og høvdu somu longd og breidd sum tey; tey høvdu eisini øll útgongdir sínar sum tey og vóru vorðin sum tey; og sum dyr teirra
12 vóru eisini dyr kamaranna, ið fyri sunnan vóru; har vóru dyr, har sum vegurin byrjaði, vegurin framman fyri múrin, ið til hoyrdi, vegurin eystureftir – har sum gingið varð inn í tey.
13 Hann segði nú við meg: „Kømurini fyri norðan og kømurini fyri sunnan, sum liggja framman fyri hitt fráskilda plássið, eru heilag kømur; har skulu prestarnir – sum standa HARRANUM nær – eta hitt háheilaga; har skulu teir leggja hitt háheilaga, bæði matofrið, syndofrið og skyldofrið; tí tað er heilagt stað.
14 Táið prestarnir – sum ikki við tað sama mugu fara úr halgidóminum út í Ytra Forgarð – eru komnir inn hagar, skulu teir leggja eftir har klæðini, sum teir hava gjørt tænastu í, tí tey eru heilag; teir skulu lata seg í onnur klæði og síðani fara út, hagar sum fólkið eigur at vera.“
14. The Outer Measurements
42:15-20:1
15 Táið hann nú var liðugur at mála húsið innan, fór hann við mær út um portrið, ið eystureftir vendi, og hann máldi har rundanum.
16 Hann máldi við málistongini eystursíðuna; hon var eftir málistongini 500 stengur allan vegin runt.
20 Á øllum fýra síðum máldi hann tað; tað hevði múr rundanum, 500 stengur langan og 500 breiðan, sum skilti millum hitt heilaga og tað, sum ikki var heilagt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul