Ezekiel kap. 29

Uppsetan
viii. A Prophecy against Egypt
29:1-32:32
1. A Prophecy against Pharaoh
29:1-7:1
1 Tíggjunda árið, tann tólvta í tíggjunda mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
2 Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Farao kongi í Egyptalandi, og profetera móti honum og móti øllum Egyptalandi!
3 Tala og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Farao egyptalandskongur, tú stóra sjóódjór, sum liggur mitt í streymum tínum, og sum sigur: „Streymurin er mín – eg havi sjálvur gjørt hann!“
4 – Eg skal høgga krókar í kjálkar tínar og lata fiskarnar í streymum tínum hanga fastar uppi í skølum tínum; og Eg skal draga teg upp úr streymum tínum, bæði teg og allar fiskarnar í streymum tínum, sum hanga fastir uppi í skølum tínum.
5 Eg skal kasta teg út í oyðimørkina, bæði teg og allar fiskarnar í streymum tínum; á markini skalt tú falla; tú skalt hvørki verða tikin upp ella jarðaður; dýrini á markini og fuglar himmalsins lati Eg fáa teg til føði.
6 Og allir teir, sum í Egyptalandi búgva, skulu sanna, at Eg eri HARRIN, aftur fyri at teir hava verið húsi Ísraels rørstavur;
7 táið tey taka um teg við hondini, støkkur tú av og klývur øksl teirra alra, og táið tey styðja seg á teg, brotnar tú sundur og fært lendar teirra alra at riða.
2. The Desolation of Egypt
29:8-16:1
8 Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg lati svørð koma yvir teg, og Eg skal oyða bæði fólk og fæ hjá tær.
9 Egyptaland skal verða oyðimørk, oyðið land, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN – aftur fyri at hann segði: „Streymurin er mín – eg havi gjørt hann!“
10 Ja, tí komi Eg yvir teg og streymar tínar, og Eg skal gera Egyptaland til oyðimørk, avoytt land, úr Migdol til Sýene og líka at markinum móti Etiopia.
11 Hvørki menniskju ella dýr skulu seta fótin har, og í 40 ár skal eingin búgva har.
12 Eg skal gera Egyptaland til toftir millum oyðimarkir; býirnir har skulu í 40 ár liggja í oyði millum oyddar býir, og Eg skal spjaða Egyptar millum tjóðirnar og stroya teir út um londini.
13 Tí so sigur Harrin HARRIN: Táið 40 ár eru gingin, skal Eg savna Egyptar frá tjóðunum, sum teir vóru spjaddir millum.
14 Eg skal venda lagnu Egyptalands og flyta teir inn aftur í landið Patros, landið, ið teir eru ættaðir úr; og har skulu teir vera lítið ríki.
15 Tað skal vera minni enn hini ríkini og ikki aftur seta seg høgt – upp um tjóðirnar; Eg skal gera teir fáar í tali, so teir skulu ikki vera harrar yvir tjóðunum.
16 Tað skal ikki longur vera húsi Ísraels lívd, sum minnir Meg á misgerð teirra, táið tey venda sær til teirra – og tey skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
3. Egypt the Reward of Nebuchadnezzar
29:17-21:1
17 Sjeynda og tjúgunda árið, tann fyrsta í fyrsta mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
18 Menniskjasonur! Nebukadnezar kongur í Bábel hevur latið her sín havt ógvuligt sleip av Týrus; hvørt høvd er skallut, og hvør øksl er slitin. Men løn hava hann og herur hansara onga fingið frá Týrus fyri sleipið, ið hann hevur havt av tí.
19 Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg gevi Nebukadnezar kongi í Bábel Egyptaland, og hann skal fara avstað við øllum ríkidømi tess og taka herfong og ræna alt, ið har er at taka og ræna; tað skal vera lønin hjá heri hansara.
20 Í løn fyri sleipið, hann hevur havt, gevi Eg honum Egyptaland – tí teir hava arbeitt fyri Meg, sigur Harrin HARRIN.
21 Tann dag skal Eg lata húsi Ísraels vaksa upp horn, og tær skal Eg geva upplatnan munn mitt ímillum teirra – og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul