Ezekiel kap. 23

Uppsetan
xiii. The Two Adulterous Sisters: Jerusalem and Samaria
23:1-49:1
3 Tær drivu hor í Egyptalandi, í ungdóminum drivu tær hor; har varð krámað á bróstum teirra, og har kroystu teir moybarm teirra.
4 Hin eldra æt Ohola, og systir hennara Oholiba. Síðani vórðu tær Mínar og áttu synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Ohola er Samaria, og Oholiba Jerusalem.
5 Men Ohola dreiv hor í staðin fyri at halda seg til Mín; hon brann av trá eftir bólarum sínum, Assýringum, sum vóru komnir henni nær,
6 klæddir í bláum purpuri, jallar og landsstjórar, vakrir unglingar allir samlir, hestmenn á hestum sínum.
7 Til teirra helt hon seg í hori, til allar útvaldu synir Assurs; hon gjørdi seg óreina við øllum teimum, ið hon brann av trá eftir – við øllum avgudum teirra.
8 Men horulívi sínum úr Egyptalandi gav hon ikki uppat við; teir høvdu jú ligið hjá henni, táið hon var ung, teir høvdu kroyst moybarm hennara, og teir høvdu helt út yvir hana hor sítt.
9 Tí gav Eg hana í hendur bólara hennara, í hendur Assýringa, sum hon brann av trá eftir.
10 Teir lyftu burtur av blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so hon varð tiltikin millum kvinnurnar; soleiðis hildu teir dóm yvir henni.
11 Hetta sá Oholiba, systir hennara, og tó var hon enn skammleysari í lystum sínum enn hon og enn verri í hordómi sínum enn systirin.
12 Hon brann av trá eftir Assýringum, jøllum og landsstjórum, sum vóru komnir henni nær, stásiliga skrýddir, hestmenn á hestum sínum, vakrir unglingar allir samlir.
14 Men hon fór enn longur í hordómi sínum. Táið hon sá menn málaðar á bróstið, myndir av Kaldearum, málaðum við reyðum,
15 gyrdum við belti um lendarnar, við niðurhangandi, litaðum húgvum á høvdunum – allir vóru teir at síggja sum vagnkappar – ja, táið hon fekk at síggja hesar myndir av sonum Bábels, sum høvdu Kaldea til føðiland,
16 brann hon av trá, við tað sama sum hon fekk eyga á teir, og hon sendi boð til Kaldea til teirra.
17 Synir Bábels komu tá til hennara og lógu hjá henni í elskhugi og gjørdu hana óreina við hori sínum; men táið hon var vorðin órein við teimum, vendi sál hennara sær frá teimum.
18 Men táið hon dreiv hor sítt so opinlýst og lyfti burtur av blygd síni, vendi sál Mín sær frá henni, eins og sál Mín hevði vent sær frá systur hennara.
19 Tó fór hon enn longur við hordómi sínum; hon mintist ungdómsdagar sínar, táið hon dreiv hor í Egyptalandi,
20 og so fór hon at brenna av trá eftir horkøllunum har, ið høvdu hold sum esil og vóru graðir sum hestar.
21 Ja, hugur tín stóð aftur til ungdómsskammloysi títt, táið Egyptar kroystu barm tín og krámaðu á moybróstum tínum.
22 Tú, Oholiba! Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg eggi móti tær bólarar tínar, teir, ið sál tín hevur vent sær frá, og Eg lati teir koma yvir teg úr øllum ættum,
23 synir Bábels og allar Kaldearar, Pekod, Sjoa og Koa og við teimum allar synir Assurs, vakrar unglingar, jallar og landsstjórar allar samlar, vagnkappar, navnframar menn, ríðandi á hestum allar samlar.
24 Teir skulu koma móti tær við hervaldi, við vagnum og hjólum og við skara av fólkasløgum; stórar skjøldir, smáar skjøldir og hjálmar skulu teir seta móti tær rundan um teg. Eg skal seta teir til dómarar, og teir skulu døma teg við dómum sínum.
25 Eg skal lata vreiði Mína ganga yvir teg, og teir skulu leggja á teg í øði; nøs og oyru skulu teir skera av tær, og tað, ið eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; synir og døtur tínar skulu teir taka, og tað, ið eftir verður av tær, skal eldurin oyða.
27 Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburði og horulívi tínum úr Egyptalandi, og tú skalt ikki lyfta eygunum til teirra uppaftur og ikki aftur minnast Egyptaland.
28 Tí so sigur Harrin HARRIN: Eg gevi teg í hendur teirra, sum tú hatar, í hendur teirra, sum sál tín hevur vent sær frá.
29 Teir skulu leggja á teg í hatri, taka alt, ið tú hevur vunnið við strevi tínum, og lata teg verða eftir, nakna og bera; ja, horuskomm tíni skal verða lyft burtur av, og skemdaratburður tín og hordómur tín skulu síggjast.
30 Hetta skal verða gjørt við teg, aftur fyri at tú í hori hevur runnið eftir heidningafólkum og gjørt teg óreina við avgudum teirra.
31 Somu leið sum systir tín hevur tú gingið; tí rætti Eg tær sama steypið, sum hon fekk.
32 Ja, so sigur Harrin HARRIN: Steyp systur tínar skalt tú drekka – hitt djúpa og víða; tú skalt verða til látur og spott – tað tekur nógv!
33 Tú skalt verða drukkin og full av sorg – oyðingar- og herjingarsteyp er steyp Samaria, systur tínar!
34 Tú skalt drekka tað úr til seinasta dropa, og brotini av tí skalt tú gnaga – og ríva bróst tíni sundur; tí Eg havi talað – sigur Harrin HARRIN.
35 Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú gloymdi Meg og kastaði Meg aftur um bak, skalt tú bera revsingina fyri siðloysi títt og hor títt.
36 Og HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Vilt tú døma Oholu og Oholibu, so minn tær á viðurstygdir teirra!
37 Tí tær hava drivið hor, og blóð er á hondum teirra; við avgudum sínum hava tær drivið hor, ja, og børn síni, sum Eg átti við teimum, hava tær latið ganga gjøgnum eldin – teimum til føði.
38 Eisini hetta gjørdu tær Mær: Sama dag gjørdu tær halgidóm Mín óreinan og vanhalgaðu sabbatar Mínar.
39 Táið tær høvdu dripið børn síni fyri avgudum sínum, komu tær sama dagin í halgidóm Mín – og vanhalgaðu hann; ja, so bóru tær seg at í húsi Mínum!
40 Enn meir: Tær sendu boð eftir monnum, sum skuldu koma langvegis; sendimenn vórðu sendir eftir teimum – og teir komu, teir, ið tú hevði baðað tær fyri og litað eyguni og skrýtt teg við skarti tínum.
41 Og tú satst á dýrari legu, og borðreitt var framman fyri hana; roykilsi Mítt og olju Mína hevði tú sett á borðið.
42 Gangurin frá kátari mannamúgvu hoyrdist har inni, og til teir menn av fólkahópinum, ið vóru har, fóru teir eftir drykkjubrøðrum úr oyðimørkini. So spentu teir armbond um handliðir teirra* og settu fagrar krúnur á høvd teirra.
43 Tá segði Eg um hina útslitnu skøkju: „Nú dámar teimum at dríva hor við henni, ja, við henni!“
44 Teir gingu inn til hennara, sum farið verður inn til skøkju; soleiðis gingu teir inn til Oholu og Oholibu, horkvinnurnar.
45 Men rættvísir menn skulu døma tær, sum horkvinnur verða dømdar og kvinnur, ið úthella blóð; tí horkvinnur eru tær, og blóð er á hondum teirra.
46 Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal stevna saman fólkaskara móti teimum og geva tær upp til ringa viðferð og rán.
47 Fólkaskarin skal steina tær og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir og døtur teirra skulu teir drepa, og hús teirra skulu teir brenna av.
48 Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburðinum í landinum, og allar kvinnur skulu taka við ávaring og ikki bera seg so skammiliga at sum tit.
49 Skemdaratburður tykkara skal verða lagdur á tykkum sjálvar, og tit skulu bera revsingina fyri syndir tykkara við avgudum tykkara. – Og tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul