Ezekiel kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
A Lament for Tyre
27:1-36:1
1
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2
Tú, menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um Týrus!
3
Sig við Týrus, sum liggur við víkirnar, og sum handlar við fólkasløgini á mongum oyggjum: So sigur Harrin HARRIN: Týrus! Tú sigur: „Eg eri fullkomin í vakurleika.“
4
Mitt í havinum eru landamark tíni; teir, ið bygdu teg, gjørdu vakurleika tín fullkomnan.
5
Av sypristrøum úr Senir gjørdu teir hvønn planka í tær; til Libanon fóru teir eftir sedrisviði at gera mastur tína av;
6
av eikitrøum úr Basan gjørdu teir árar tínar; dekkið prýddu teir við fílabeini í buksviði úr Kittimsoyggjum;
7
segl títt var av fínum líni úr Egyptalandi, vovnum í ymiskum litum; tað stóð sum merki títt; blátt og purpurreytt toy úr Elisaoyggjum hevði tú til sóltjald.
8
Menn úr Zidon og Arvad vóru róðursmenn hjá tær; hinir klóku, ið hjá tær vóru, Týrus, vóru stýrimenn tínir.
9
Hinir elstu í Gebal og hinir klóku har vóru hjá tær og tættu lekarnar á tær; øll skip á havinum og allir sjómenn vóru hjá tær og handlaðu við teg.
10
Menn úr Persia, Lud og Put vóru í heri tínum sum hermenn; skjøldir og hjálmar hongdu teir upp í tær, teir veittu tær prýði.
11
Arvaditar og tín egni herur stóðu á múrum tínum allan vegin runt, og Gammaditar á tornum tínum; skjøldir sínar hongdu teir upp á múrar tínar allan vegin runt; teir gjørdu vakurleika tín fullkomnan.
12
Tarsis handlaði við teg, av tí at tú átti nøgd av alskyns góðsi; silvur, jarn, tin og blýggj lótu teir fyri vørur tínar.
13
Javan, Tubal og Mesek handlaðu við teg; menniskju og koparíløt lótu teir fyri vørur tínar.
14
Togarmamenn lótu vagnhestar, ríðihestar og múldýr fyri vørur tínar.
15
Dedanitar handlaðu við teg; nógvar oyggjar tóku móti vørum av hond tíni; fílabein og ibenvið lótu teir teg fáa afturfyri.
16
Áram handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av vørum; karfunklar, purpur, toy í ymiskum litum, fínt lín, koralir og jaspis lótu teir fyri vørur tínar.
17
Juda og Ísraelsland handlaðu við teg; hveiti úr Minnit, søtar køkur, hunang, olju og balsam lótu teir fyri vørur tínar.
18
Damaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av alskyns góðsi; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Zahar.
19
Vedan og Javan úr Uzal guldu vørur tínar – smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í vørubýti.
20
Dedan handlaði við teg við saðilklæði at ríða á.
21
Arabia og allir høvdingar Kedars tóku ímóti vørum av hond tíni; við lombum, veðrum og bukkum handlaðu teir við teg.
22
Keypmenninir í Sjeba og Rama handlaðu við teg; besta slag av alskyns angandi urtum og alskyns dýrar steinar og gull lótu teir fyri vørur tínar.
23
Karan, Kanne og Eden, keypmenninir í Sjeba, Assur og Kilmad handlaðu við teg;
24
teir handlaðu við teg við vøkrum klæðum, purpurkøppum, toyi í ymiskum litum, litaðum teppum, við løgdum, sterkum togum – á marknaði tínum.
25
Tarsisskip fluttu vørur tínar, og soleiðis fylti tú teg og vart søkklaðin har úti á havinum.
26
Út á rúman sjógv fingu teir teg, róðursmenn tínir – eystanvindurin brýtur teg sundur mitt í havinum.
27
Góðs títt og vørur tínar, vinningur tín, sjómenn og stýrimenn tínir, teir, ið tætta lekarnar á tær, og teir, ið selja vørur tínar, allir hermenninir, ið tú hevur hjá tær, og øll manningin, ið tú hevur umborð – skulu falla mitt úti í havinum, tann dag tú fellur.
28
Neyðarrópini frá stýrimonnum tínum skulu fáa markir tínar at nøtra.
29
Teir skulu koma upp úr skipum sínum, allir teir, ið við árarnar sita, sjómenninir og allir stýrimenn á sjónum; teir skulu fara á land.
30
Teir skulu skera í róp um teg og vena seg sáran, og teir skulu stroya dust á høvd síni og veltast í øsku.
31
Teir skulu raka seg skallutar fyri tína skuld og sveipa seg í syrgibúna, og teir skulu í sárari sorg gráta um teg, vena seg syndarliga.
32
Undir venan skulu teir taka at syngja sorgarsong um teg og siga: „Hvør var Týrus líkur, staðnum, ið nú er vorðin tigandi, har hann liggur mitt úti í havinum!“
33
Táið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mong fólkasløg; við øllum góðsi tínum og øllum vørum tínum gjørdi tú kongarnar á jørðini ríkar.
34
Nú tú ert burturgingin og sokkin í djúp havsins, nú eru vørur tínar og øll manning tín gingin til grundar við tær.
35
Øll tey, sum á oyggjunum búgva, skulu verða sligin av ræðslu um teg, og kongar teirra skulu pipra við angist í andlitum sínum.
36
Keypmenn tjóðanna skulu bríksla upp á spott eftir tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert ikki til – í allar ævir!