Ezekiel kap. 26
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
A Prophecy against Tyre
26:1-28:19
1.
Proud Tyre to Fall
26:1-21:1
1
Ellivta árið, tann fyrsta í mánaðinum, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
2
Menniskjasonur! Aftur fyri at Týrus sigur um Jerusalem: „Tað var gott! Sundur er tað brotið, hetta fólkaportrið, tað er flutt til mín, nú skal eg fylla meg – tað er lagt í oyði!“
3
– tí sigur Harrin HARRIN so: Eg komi yvir teg, Týrus, og skal leiða fram móti tær mangar tjóðir, sum táið havið reisir bylgjur sínar.
4
Tær skulu bróta niður múrarnar um Týrus og ríva niður tornini har, og Eg skal sópa burt mold tess og gera tað til nakið fjall;
5
stað til at turka gørn á skal tað verða har úti í havinum – tí Eg havi talað, sigur Harrin HARRIN – og tað skal verða tjóðunum til herfong.
6
Døtur tess inni á landi skulu verða dripnar við svørði, og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
7
Tí so sigur Harrin HARRIN: Eg lati Nebukadnezar kong í Bábel – kong konganna – koma móti Týrus norðaneftir við hestum, vagnum og hestmonnum og við heri og nógvum fólki.
8
Døtur tínar inni á landi skal hann drepa við svørði, og hann skal reisa skansar móti tær, laða upp moldgarð móti tær og reisa móti tær tak av skjøldum.
9
Múrbrótara sín skal hann seta móti múrum tínum, og torn tíni skal hann bróta niður við jarnamboðum sínum.
10
Hestar hansara eru so nógvir, at dustið frá teimum skal fjala teg; undan dunanum av hestmonnum, hjólum og vagnum skulu múrar tínir nøtra, táið hann fer inn um portur tíni, eins og farið verður inn í bý, sum er tikin.
11
Við hóvum sínum skulu hestar hansara traðka sundur allar gøtur tínar; fólk títt skal hann drepa við svørði, og sterku stólpar tínir skulu falla til jarðar.
12
Teir skulu ræna ríkidømi títt og gera vørur tínar til herfong, bróta niður múrar tínar og ríva niður fagra hús títt; grót, við og leir skulu teir kasta á sjógvin.
13
Gangin frá sangarum tínum lati Eg tagna, og ljóðið av sitarum tínum skal ikki hoyrast longur.
14
Eg skal gera teg til beran klett; tú skalt verða stað til at turka gørn á; aldri skalt tú verða upp aftur bygt – tí Eg, HARRIN, havi talað, sigur Harrin HARRIN.
15
So sigur Harrin HARRIN við Týrus: Oyggjarnar skulu nøtra við dunan av falli tínum, táið hini særdu vena seg, táið dripið og myrt verður mitt í tær.
16
Allir høvdingarnir við havið skulu koma niður úr hásætum sínum, leggja kápurnar av sær, fara úr ymisklittu klæðum sínum og lata seg í ræðslu; teir skulu sita á jørðini og pipra hvørja løtu, slignir av ræðslu yvir teg.
17
Teir skulu taka at syngja sorgarsong um teg og siga við teg: „Hvussu ert tú lagdur í oyði, tú tilhaldsstaður havsfólkanna, tú hin lovprísaði staðurin, sum hevði slíkt vald á havinum – bæði tú og teir, sum í tær búðu – tú, ið loypti ræðslu fyri tær á allar grannar tínar!“
18
Nú fellur ræðsla á oyggjarnar – tann dag tú fellur – oyggjarnar í havinum eru ræðsluslignar um endan, ið tú fekst.
19
Tí so sigur Harrin HARRIN: Táið Eg geri teg til oyddan stað – líkan býunum, sum fólk býr ikki í longur – ja, táið Eg lati djúpið leggja yvir teg og hini stóru vøtn fjala teg,
20
tá lati Eg teg fara niður eins og tey, sum fara niður í grøvina, til fólk, ið livdu langt síðani, og lati teg búgva í landi deyðaríkisins, í avgomlum toftum – eins og tey, sum fara niður í grøvina – so eingin skal búgva í tær aftur; men Eg skal geva dýrd í landi teirra, sum liva.
21
Til ræðslu skal Eg gera teg, og tú skalt ikki vera til longur; leitað skal verða eftir tær, men aldri í allar ævir skalt tú verða funnin – sigur Harrin HARRIN.