Ezekiel kap. 21

Uppsetan
2. God’s Sword of Judgment
21:1-32:1
2 Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Jerusalem og prædika móti halgidóminum, profetera móti Ísraelslandi!
3 Sig við Ísraelsland: So sigur HARRIN: Eg komi yvir teg og dragi svørðið úr slíðrunum, og Eg skal týna úr tær bæði rættvís og gudleys.
4 Við tað at Eg ætli at týna úr tær bæði rættvís og gudleys, skal svørð Mítt leypa úr slíðrunum móti øllum holdi, úr suðri og í norður.
5 Og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, havi drigið svørðið úr slíðrunum; tað skal ikki fara í teir aftur!
6 Men tú, menniskjasonur, skalt suffa, sum lendar tínar skuldu brostið; í sárari kvøl skalt tú suffa fyri eygum teirra.
7 Táið tey tá siga við teg: „Hví suffar tú?“ skalt tú svara: „Yvir tíðindi; tí táið tey koma, skal hvørt hjarta bráðna, allar hendur skulu verða máttleysar, hvør andi skal vikna, og øll knø skulu verða sum vatn; ja, tað kemur, og tað skal ganga út! – sigur Harrin HARRIN.“
9 Menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur HARRIN: Sig: Svørð – svørð er hvest, og brýnt er tað við.
10 Til at drepa er tað hvest, til at skyggja sum snarljósið er tað brýnt. Ella skuldu vit glett okkum, tú ætt sonar Míns, tú, sum líka leggur í alt træ!*
11 Tað skuldi brýnast til at verða tikið í hond; tað er hvest, hetta svørðið, og tað er brýnt til at verða givið drápsmanni í hond.
12 Rópa og vena teg, menniskjasonur! Tí tað kemur yvir fólk Mítt, tað kemur yvir allar høvdingar Ísraels; teir verða givnir upp til svørðið saman við fólki Mínum. Slá teg tí á lendarnar!
13 Tí roynsla kemur, og hvønn skuldi hon komið yvir, um ikki yvir ættina, sum líka leggur í revsing! – sigur Harrin HARRIN.
14 Men tú, menniskjasonur! Profetera og slá saman hendur! Dupult, ja, trífalt kemur svørðið, svørðið, ið drepur mong, svørðið, ið drepur hin stóra,* tað, ið hóttir tey úr øllum ættum.
15 Fyri at hjørtuni skulu bráðna, og mong skulu falla, seti Eg skyggjandi svørð móti øllum portrum teirra – ja, tað er gjørt til at skyggja sum snarljósið, hvest til at drepa.
16 Tak til tín og høgg til høgru, vend tær og høgg til vinstru – hagar sum egg tín er ætlað!
19 Tú, menniskjasonur! Ger tær tveir vegir, sum svørð bábelskongs kann koma eftir! Úr sama landi skulu teir báðir liggja; og set vegvísara – set hann, har sum teir báðir bývegirnir skiljast!
20 Ein veg skalt tú gera, sum svørðið kann koma eftir til Rabba í Ammonitalandi, og ein til Juda, inn í Jerusalem, hin víggirda stað.
21 Tí bábelskongur stendur á vegamótinum, har sum vegirnir báðir skiljast, til at lata spáa sær; hann ristir pílarnar, spyr húsgudarnar til ráðs, hyggur at livrini.
22 Í høgru hond fær hann lutin Jerusalem – at hann skal seta upp múrbrótarar, lata upp munnin við rópum, lata herróp gella, seta upp múrbrótarar móti portrunum, laða upp moldgarð og reisa skansar.
23 Men hetta er í eygum teirra bert tómur spádómur – tey hava jú hinar heilagastu eiðir! Men Hann minnir um misbrot teirra, fyri at tey skulu verða tikin.
24 Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit sjálv minna um misgerð tykkara, við tað at misbrot tykkara opinberast, so syndir tykkara verða sjónskar í øllum, sum tit gera – við tað at Eg soleiðis verði mintur um tykkum, skulu tit verða tikin á hondum.
25 Og tú deyðadømdi, tú gudleysi, høvdingi Ísraels, hvørs dagur er komin, táið misgerðin er gjørd, sum leiðir til undirgang!
26 So sigur Harrin HARRIN: Tak húgvuna av, niður við krúnuni! Tað, ið nú er, skal ikki vera longur – upp við hinum lága, niður við hinum høga!
27 Eyrdungar, eyrdungar, eyrdungar geri Eg tað til! Og tað skal ikki vera úti við hesum heldur – inntil Hann kemur, sum rætturin hoyrir til, og Eg gevi Honum hann.
28 Tú, menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur Harrin HARRIN um Ammonitar og háð teirra: Tú skalt siga: Svørð – svørð er drigið, brýnt til at drepa, til at verða mettað og skyggja sum snarljós,
29 meðan fáfongdarsjónir verða skoðaðar tær, og lygispádómar verða bornir tær – fyri at leggja teg undir liðina á hálsum hinna gudleysu, ið dripin eru, hvørja dagur er komin, táið misgerðin er gjørd, sum leiðir til undirgang.
30 Stikk svørðið í aftur slíðrarnar! Á tí staði har sum tú vart skaptur, í tí landi har sum tú ert upprunnin, skal Eg døma teg.
31 Eg skal úthella yvir teg bræði Mína; vreiðield Mín skal Eg lata loga móti tær, og Eg skal geva teg villum menniskjum í hendur, sum eru meistarar í at oyða.
32 Tú skalt verða eldinum til føði; blóð títt skal verða úthelt í landi tínum; eingin skal minnast teg longur – tí Eg, HARRIN, havi talað.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul