Ezekiel kap. 47

Uppsetan
iii. The Land of Israel
47:1-48:35
1. Waters from under the Temple
47:1-12:1
1 Nú fór hann við mær aftur til inngongd húsins; eg sá tá, at vatn kom út undan gátt húsins fyri eystan; tí framsíða húsins vendi eystureftir. Vatnið rann niður undan høgru síðu húsins, sunnan fyri altarið.
2 Hann læt meg so fara út um Norðurportur og fór runt við mær uttanfyri, at Ytra Portri, at portrinum, ið eystureftir vendir; har fekk eg at síggja vatn springa upp høgrumegin.
3 Maðurin fór nú eystureftir við málisnøri í hondini og máldi 1000 alin; so læt hann meg vaða yvir um vatnið; tað var upp á øklar.
4 Uppaftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið; tá var vatnið upp undir knø. Aftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið – sum har var upp á miðju.
5 Eina ferð enn máldi hann 1000 alin; tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí vatnið var so djúpt, at ein kravdi at svimja – tað var ein á, sum ikki var vaðandi um.
6 Tá segði hann við meg: „Hevur tú sæð hetta, menniskjasonur?“ Síðani fór hann aftur við mær, fram við áarbakkanum.
7 Táið eg kom aftur, sá eg, at ógvuliga nógv trø stóðu báðumegin á áarbakkanum.
8 Hann segði við meg: „Hetta vatn rennur út í landið fyri eystan og síðani longur – oman á slættlendið – og haðani rennur tað í havið.* Og táið tað verður leitt út í havið, verður vatnið har gott.
9 Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur.
10 Fiskimenn skulu standa við havið* úr En-Gedi til En-Eglajim; tað skal vera stað at seta nót út; har skal vera ógvuliga nógvur fiskur av ymiskum sløgum, eins og í Stórahavi.
12 Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“
2. The Borders of the Land
47:13-23:1
13 So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru markini, ið tit skulu skifta sundur landið eftir, hinum tólv ættum Ísraels til arvalut – Jósef skal hava tveir lutir.
14 Tit skulu taka tað til arvalut, ein líka væl sum annar; tí Eg havi lyft hond Míni og svorið at geva fedrum tykkara tað; tí skal hetta land nú ognast tykkum sum arvalutur.
15 Hetta skulu vera mark landsins: Norðursíðan: Frá Stórahavi fram við Hetlonsvegnum, hagar sum leiðin liggur til Zedad,
16 Hamat, Berota, Sibrajim – sum liggur millum landamark Damaskus og landamark Hamats, Miðhazer, sum liggur yvir at landamarki Havrans.
17 Markið skal soleiðis ganga frá havinum til Hazar-Enon við landamark Damaskus og haðani enn longur norður, líka at landamarki Hamats. Hetta er norðursíðan.
18 Eystursíðan: Jordan – millum Havran og Damaskus og millum Gilead og Ísraelsland; úr markinum fyri norðan at havinum fyri eystan skulu tit mála. Hetta er eystursíðan.
19 Suðursíðan – fyri sunnan: Úr Tamar at Meribotsvatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav. Hetta er suðursíðan, markið fyri sunnan.
20 Vestursíðan er Stórahav frá markinum fyri sunnan til beint út av, har sum leiðin liggur til Hamat. Hetta er vestursíðan.
22 Tit skulu við lutakasti skifta tað til arvalut tykkara og hinna fremmandu, ið millum tykkara búgva, og sum hava fingið børn millum tykkara; tey skulu vera tykkum sum hini innføddu millum Ísraelsmenn; tey skulu fáa arvalut saman við tykkum millum ættir Ísraels.
23 Í teirri ætt har hin fremmandi býr, skulu tit lata hann fáa arvalut hansara – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul