Ezekiel kap. 32

Uppsetan
7. A Lament for Pharaoh King of Egypt
32:1-16:1
2 Menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um Farao kong í Egyptalandi og sig við hann: Ungleyvu millum tjóðirnar vildi tú vera líkur, og so vart tú sum sjóódjórið í havinum; tú fórt við ferð gjøgnum áir tínar, gruggaði vatnið við fótum tínum og fekst streymarnar upp í runu.
3 So sigur Harrin HARRIN: Tí skal Eg breiða út net Mítt yvir teg við skarum av mongum tjóðum, og teir skulu draga teg upp í nót Míni.
4 Eg skal kasta teg upp á land og tveita teg út á markina, og Eg skal lata allar fuglar himmalsins setast á teg og dýrini á allari jørðini metta seg av tær.
6 Eg skal vatna landið við streymum av blóði tínum, líka niðan á fjøllini; og áirnar skulu verða fullar av tær.
7 Og táið Eg sløkki teg, skal Eg breiða út yvir himmalin og klæða stjørnur hansara í svart; yvir sólina skal Eg breiða skýggj, og mánin skal ikki lata ljós sítt skína.
8 Øll skínandi ljós á himli skal Eg klæða í svart fyri tína skuld, og Eg skal leggja myrkur yvir land títt – sigur Harrin HARRIN.
9 Eg skal gera mong fólkasløg tung um hjartað, táið Eg lati tíðindini um undirgang tín koma út millum tjóðirnar, til lond, ið tú kennir ikki.
10 Eg skal gera mangar tjóðir ræðsluslignar um teg, og kongar teirra skulu nøtra av ræðslu um teg, táið Eg reiggi svørðið fyri eygum teirra; tey skulu skelva hvørja løtu, hvør um lív sítt, tann dag tú fellur.
12 Fyri svørðum kappa skal Eg lata hana falla, mannamúgvu tína, sum ger óljóð; teir eru allir samlir hinir grummastu millum tjóðirnar; teir skulu forkoma stoltleika Egyptalands, og endi skal verða á allari mannamúgvu tess, sum ger óljóð.
13 Eg skal oyða alt fæ tess við hini mongu vøtn; eingin menniskjafótur skal grugga tey uppaftur, ei heldur skulu kleyvarnar á nøkrum kríatúri grugga tey uppaftur.
14 Tá skal Eg lata vatn teirra minka og streymar teirra renna burt sum olju – sigur Harrin HARRIN –
15 táið Eg geri Egyptaland til oyðimørk, og landið liggur oyðið og tómt, táið Eg høggi niður øll tey, sum har búgva. – Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
16 Hetta er sorgarsongur, og hann skal verða sungin; døtur tjóðanna skulu syngja hann; um Egyptaland og alla mannamúgvu tess, sum ger óljóð, skulu tær syngja hann – sigur Harrin HARRIN.
8. Egypt Cast into the Pit
32:17-1
18 Menniskjasonur! Syng sorgarsong um mannamúgvuna í Egyptalandi, sum ger óljóð, og lat hana fara niður, hana og døtur hinna veldigastu tjóða, til land deyðaríkisins, saman við teimum, sum fara niður í grøvina!
19 Hvønn stendur tú framman fyri í vakurleika? Far niður og legg teg hjá hinum óumskornu!
20 Mitt ímillum teirra, sum dripnir eru við svørði, skulu teir* falla. Svørðið er fingið** – farið avstað við tí*** og øllum skarum tess!
21 Høvdingar kappanna tala mitt út úr deyðaríkinum um hann* og hjálparmenn hansara: „Teir eru farnir niður, og nú liggja teir har, hinir óumskornu, dripnir við svørði!“
22 – Har er Assur og allur skari hansara; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði.
23 Hann fekk gravir sínar niðast á botni í djúpinum, og skari hansara er rundan um grøv hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði, teir, sum breiddu út ræðslu í landi teirra, sum liva.
24 – Har er Elam; og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð, er rundan um grøv hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði, teir, sum óumskornir fóru niður í land deyðaríkisins, teir, sum høvdu breitt út ræðslu fyri sær í landi teirra, sum liva – og bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina.
25 Mitt ímillum dripnar hevur hann fingið legu sína, hann og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru óumskornir, dripnir við svørði, aftur fyri at ræðsla fyri teimum var breidd út í landi teirra, sum liva; teir bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina; mitt ímillum dripnar varð hann lagdur.
26 Har er Mesek-Tubal við allari mannamúgvu síni, sum gjørdi óljóð; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru óumskornir, dripnir við svørði, aftur fyri at teir høvdu breitt út ræðslu fyri sær í landi teirra, sum liva.
27 Skuldu teir tá ikki ligið hjá køppum, hjá teimum, ið falnir eru millum hinar óumskornu, sum fóru niður í deyðaríkið við hervápnum sínum, teir, ið fingu svørð síni løgd undir høvdið, og hvørja misgerð nívdi á bein teirra, aftur fyri at ræðsla hevði verið fyri køppunum í landi teirra, sum liva!
28 Og tú – mitt ímillum óumskornar skalt tú verða soraður sundur og liggja hjá teimum, ið dripnir eru við svørði.
29 Hagar er Edom komið við kongum sínum og øllum høvdingum sínum, sum, tóat teir vóru so veldigir, eru lagdir hjá teimum, ið dripnir eru við svørði; teir skulu liggja hjá óumskornum og hjá teimum, sum fara niður í grøvina.
30 Hagar eru høvdingar Norðurlandsins komnir, allir samlir, og allir Zidoningar, ið fóru niður við hinum dripnu og vórðu til skammar, tóat fólk hevði havt slíka ræðslu fyri teimum, av tí at teir vóru so veldigir; óumskornir fingu teir legu sína hjá teimum, ið dripnir vóru við svørði, og teir bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina.
31 Teir skal Farao síggja, og hann skal uggast yvir alla mannamúgvu sína, sum gjørdi óljóð; dripnir við svørði eru Farao og allur herur hansara – sigur Harrin HARRIN.
32 Tí Eg havi breitt út ræðslu fyri honum í landi teirra, sum liva, og hann skal verða lagdur mitt ímillum hinar óumskornu, hjá teimum, ið dripnir eru við svørði, Farao sjálvur og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul