Jeremias kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
Fleir
1
Á, at høvd mítt hevði verið vatn, og eyga mítt tárakelda! Tá skuldi eg dag og nátt grátið um tey, sum dripin eru av fólki mínum.
2
Á, at eg í oyðimørkini hevði gistihús fyri ferðafólk! Tá skuldi eg rýmt frá fólki mínum og farið burtur frá teimum; tí teir eru horkallar allir samlir, svikaraflokkur.
3
Sum boga spenna teir tungu sína til at lúgva, og ikki á ærligan hátt eru teir vorðnir veldigir í landinum; nei, frá einum óndskapinum til annan eru teir gingnir, og Meg kenna teir ikki – sigur HARRIN.
4
Varðið tykkum, hvør fyri vini sínum, og lítið ongan bróður á! Tí hvør bróðir er stórsvíkjari, og hvør vinur gongur um og baktalar.
5
Teir nýta svik, hvør við vin sín, og sannleika tala teir ikki; teir hava vant tungu sína at tala lygn, teir eru pøstir av at gera órætt.
6
Tú býrt mitt í sviki; í sviki sínum vilja teir ikki vita av Mær – sigur HARRIN,
7
Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal bræða teir og royna teir – hvussu skal Eg annað gera, soleiðis sum dóttir fólks Míns er!
8
Tunga teirra er drepandi pílur, hon talar svik; við munninum tosa tey vinaliga við næsta sín, men í hjartanum seta tey snerru fyri hann.
9
Skuldi Eg ikki heimsøkt tey fyri hetta! – sigur HARRIN – skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!
10
Um fjøllini skal eg gráta og syngja sorgarsong og vena meg um haglendið í oyðimørkini; tí tað er svidnað, so eingin gongur har, og har hoyrist einki til nakað fæ; bæði fuglar himmalsins og dýr markarinnar eru rýmd og farin burtur.
11
Eg skal gera Jerusalem til grótrúgvur, til sjakalabústað; og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í.
12
Hvør er so vísur, at hann skilir hetta, og hvønn hevur muður HARRANS talað við, so hann dugir at greiða frá tí: Hví er landið gingið til grundar? Hví er tað svidnað sum oyðimørk, so eingin kemur hagar?
13
Og HARRIN segði: Tí tey vendu sær frá lóg Míni, sum Eg legði fyri tey, lurtaðu ikki eftir Mær og gjørdu ikki eftir henni,
14
men gjørdu eftir sínum egna harða hjarta og fylgdu eftir Ba’alunum – soleiðis sum fedrar teirra høvdu lært tey.
15
Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg gevi hesum fólki malurt at eta og beiskt vatn at drekka;
16
Eg skal spjaða tey millum fólkasløg, sum hvørki tey ella fedrar teirra hava kent; og Eg skal senda svørðið eftir teimum, inntil Eg havi fingið forkomið teimum.
17
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Aktið eftir – sendið boð eftir grátikvinnum, latið tær koma, farið eftir hinum vitigu kvinnum, latið tær koma
18
og vera skjótar og byrja at syngja sorgarsong um okkum, so tár kunnu renna okkum av eygum, og eygnalok okkara flóta í vatni!
19
Tí sorgarrødd hoyrist úr Zion: „Sum vit eru oydd! Vit eru stórliga vanærd; vit noyddust at rýma úr landinum, av tí at teir hava brotið niður bústaðir okkara.“
20
Ja, hoyrið, tit kvinnur, orð HARRANS, latið oyra tykkara fata tað, ið muður Hansara talar! Lærið døtur tykkara sorgarsong, ja, lærið hvør aðra sorgarljóð!
21
Tí deyðin kemur upp í vindeygu okkara, inn í hallir okkara; hann fer at týna smábørnini av gøtunum, unglingarnar av torgunum.
22
Sig: So sigur HARRIN: Líkini av menniskjunum skulu liggja sum tøð á markini og sum bundini eftir hann, ið sker akur; eingin savnar tey upp.
23
So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!
24
Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.
25
Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg heimsøki allar umskornar, sum tó eru óumskornir:
26
Egyptaland, Juda, Edom, Ammonitar, Móab og allar, ið klippa niðan av hárinum,* og sum búgva í oyðimørkini; tí heidningarnir eru allir óumskornir – og alt hús Ísraels hevur óumskorið hjarta!