Jeremias kap. 2
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
Prophesies for Judah
2:1-45:5
a.
Warnings to Judah
2:1-29:32
i.
The Sin of the People
2:1-37:1
1
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2
Far og rópa Jerusalem í oyruni: So sigur HARRIN: Eg minnist elskhug tín, táið tú vart ung, kærleik tín, meðan vit vóru trúlovað – hvussu tú fylgdi Mær eftir í oyðimørkini, í landi, sum ikki verður sáað í;
3
HARRANUM halgað var Ísrael, frumgróður Hansara; øll, ið ætlaðu at eta tað, noyddust at bøta; vanlukka kom á tey – sigur HARRIN.
4
Hoyrið orð HARRANS, tit av húsi Jákups og allar ættir Ísraels hús!
5
So sigur HARRIN: Hvat rangvørgt hava fedrar tykkara funnið hjá Mær, síðani teir rýmdu langt burtur frá Mær og hildu seg til tómar gudar – og gjørdust tómir sjálvir!
6
Teir spurdu ikki: „Hvar er HARRIN, sum flutti okkum út av Egyptalandi og leiddi okkum í oyðimørkini, í landi við heiðum og gjáum, landi við turki og deyðaskugga, landi, sum eingin maður hevur ferðast um, og einki menniskja búð í?“
7
Eg leiddi tykkum inn í landið við hini ríku grøði, so tit sluppu at eta av ávøksti tess og góða; men táið tit komu inn hagar, gjørdu tit land Mítt óreint og arvalut Mín til viðurstygd.
8
Prestarnir søgdu ikki: „Hvar er HARRIN?“ Teir, ið fingust við lógina, kendu Meg ikki; hirðarnir fullu frá Mær, og profetarnir profeteraðu í navni Ba’als og hildu seg til teirra, sum ikki eru mentir at hjálpa.
9
Tí liggi Eg enn í søk við tykkum – sigur HARRIN – ja, við barnabørn tykkara fari Eg at liggja í søk!
10
Tí farið yvir til Kitteaoyggjar og vitið, sendið boð til Kedar og kannið gjølla eftir – vitið, um nakað slíkt hevur hent!
11
Man nakað heidningafólk hava skift gudar! – Og teir eru ikki gudar! Men fólk Mítt hevur latið dýrd sína* fyri tað, ið einki nyttar!
12
Verðið ovfarnir av hesum, tit Himlar, óttist og latið ræðslu falla á tykkum! – sigur HARRIN.
13
Tí tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.
14
Man Ísrael vera trælur! Man hann vera heimaføddur trælur! Hví er hann vorðin til rán?
15
Ungar leyvur brølaðu móti honum; tær lótu rødd sína ljóða, og tær gjørdu land hansara til oyðimørk; býir hansara vórðu brendir, so eingin býr í teimum.
16
Eisini synir Nof og Tapenes royttu skallan á tær.
17
Tað, at tú vendi HARRANUM Gudi tínum bakið, táið Hann vildi leiða teg á vegnum – man tað ikki vera tað, ið hevur volt tær hetta!
18
Hví tekur tú tá nú leiðina til Egyptalands og ætlar at drekka vatn úr Sihor?* Hví tekur tú leiðina til Assýria og ætlar at drekka vatn úr Ánni?**
19
Óndskapur tín er tað, ið tyktar teg, og fráføll tíni eru tað, ið straffa teg; kenn tí og síggj, at tað er ónt og beiskt, at tú vendir HARRANUM Gudi tínum bakið, og at ótti fyri Mær ikki er komin á teg! – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
20
Tí longu í gomlum døgum breytst tú ok títt, sleitst sundur bond tíni. Tú segði: „Eg vil ikki tæna!“ Men á hvørjum høgum heyggi og undir hvørjum grønum træi legðist tú niður og horaðist.
21
Og Eg hevði tó plantað teg sum valavíntræ, av útvaldum slagi, allan sum tú vart! Hvussu ert tú tá vorðin Mær umskaptur til villar kvistar av fremmandum víntræi?
22
Um tú so vaskar tær í lúti og nýtir nógva sápu, skal tó misgerð tín vera órein fyri ásjón Míni – sigur Harrin HARRIN.
23
Hvussu fært tú sagt: „Eg havi ikki dálkað meg, eg havi ikki hildið meg til Ba’alarnar“? Hygg leið tín í dalinum, kenn, hvat tú hevur gjørt, lættføtta kamelryssa tín, sum rennur higar og hagar!
24
Lík villesli, ið er vant við oyðimørkina, er hon um at missa ondina av girnd síni; lyst hennara – hvør fær tamt hann! Allir, ið leita til hennara, sleppa frá at renna seg móðar; í mánaði hennara finna teir hana.
25
Lat ikki fót tín verða beran og ikki háls tín tystan! Men tú svarar: „Tosa ikki við meg! Nei, eg elski fremmandar, og teir haldi eg meg til!“
26
Sum tjóvurin má skammast, táið hann verður tikin, má hús Ísraels skammast, tey sjálv, kongar teirra, høvdingar teirra, prestar teirra og profetar teirra
27
– tey, sum siga við træsprek: „Tú ert faðir mín!“ og við stein: „Tú hevur føtt meg!“ Tí bakið og ikki andlitið hava tey vent Mær! Men í vanlukkutíð síni, tá siga tey: „Reis Teg og hjálp okkum!“
28
Hvar eru tá gudar tínir, teir, ið tú gjørdi tær! Lat teir fara á føtur, um teir eru menn fyri at hjálpa tær í vanlukkutíð tíni! Tí so mangir sum býir tínir eru, so mangir eru gudar tínir vorðnir, Juda!
29
Hví træta tit við Meg, tit, sum jú øll somul eru fallin frá Mær? – sigur HARRIN.
30
Einki batti, at Eg sló børn tykkara; tey tóku ikki við tykt; sum oyðandi leyva gjørdi svørð tykkara enda á profetum tykkara.
31
Á ættarlið! Gev orði HARRANS gætur! Havi Eg verið Ísrael oyðimørk ella land bølamyrkurs! Hví sigur fólk Mítt: „Vit hava gjørt okkum leys, vit koma ikki aftur til Tín!“
32
Man moyggin gloyma stás sítt, brúðurin belti sítt! Men ótaldar dagar hevur fólk Mítt gloymt Meg.
33
Hvussu væl dugir tú ikki at leggja leiðina at leita eftir kærleika! Tí hevur tú eisini vant teg til ónt í atburði tínum.
34
Á klædnafaldi tínum situr enntá blóð av sakleysum fátækum; ikki tókst tú tey í innbroti, nei, tað komst av øllum hesum.*
35
Og tó sigur tú: „Eg sleppi undan straff; vissuliga hevur vreiði Hansara vent sær frá mær!“ Nei, Eg skal draga teg fyri dóm, aftur fyri at tú sigur: „Eg havi ikki syndað.“
36
Hví rennur tú so um og skiftir leið tína? Tú skalt verða til skammar av Egyptalandi við, eins og tú vart til skammar av Assýria!
37
Eisini haðani skalt tú fara við hondunum á høvdinum;* tí HARRIN hevur vrakað teir, ið tú lítur á; tú skalt onga eydnu hava við teimum.