Jeremias kap. 52

Uppsetan
4. The Fall of Jerusalem Recounted
52:1-34:1
a. Nebuchadnezzar Sieges Jerusalem
52:1-11:1
1 Zedekias var 21 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Hamital og var dóttir Jirmeja, úr Libna.
3 Tí av tí at vreiði HARRANS var yvir Jerusalem og Juda, gekk við teimum, sum tað gekk – inntil Hann kastaði tey burt frá ásjón Síni. Og Zedekias fall frá bábelskongi.
4 Níggjunda árið hann sat við stýrið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði, kom Nebukadnezar bábelskongur við øllum heri sínum móti Jerusalem og tók støðu móti tí; teir reistu hervirki móti tí rundan um tað.
5 So hildu teir býin kringsettan, líka til ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið.
6 Tann níggjunda í fjórða mánaði var hungursneyðin so svár í býnum, at fólkið í landinum hevði einki at eta.
7 Tá varð lið brotið á býmúrin. Og alt herfólkið flýddi og fór úr býnum um náttina gjøgnum portrið millum báðar múrarnar við urtagarð kongsins, meðan Kaldearar høvdu støðu móti býnum rundan um hann. Teir tóku leiðina til slættlendið.
8 Men herur Kaldeara helt eftir konginum og fekk Zedekias aftur á Jerikoslætta – og allur herur hansara varð spjaddur, hvør í sína ætt, frá honum.
9 So tóku teir kongin og fóru við honum til Ribla í Hamatslandi, til bábelskong; og hann feldi dóm yvir hann.
10 Bábelskongur læt synir Zedekias drepa fyri eygum hansara; eisini allar høvdingarnar í Juda læt hann drepa í Ribla.
11 Og bábelskongur læt Zedekias blinda; síðani læt hann hann binda við tveimum koparleinkjum og fór til Bábel við honum; har læt hann hann sita fastan til deyðadag hansara.
b. The Temple Destroyed
52:12-23:1
12 Tann tíggjunda í fimta mánaði – tað var nítjanda árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið – kom Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, ein hin hægsti hjá bábelskongi, til Jerusalem.
13 Hann brendi hús HARRANS og kongshøllina; og øll húsini í Jerusalem – øll hús stórmannanna – brendi hann.
14 Og allur Kaldearaherurin, ið lívvaktarhøvdingin hevði við sær, reiv niður allar múrarnar um Jerusalem.
15 Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi herleiddi nøkur hini fátækastu av fólkinum og hini av fólkinum, tey, sum eftir vóru í býnum, og svíkjararnar, sum lopist høvdu yvir til bábelskong, og tað, ið eftir var av hópinum.
16 Bert nøkur hini fátækastu í landinum læt Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi verða eftir sum víngarðsmenn og til at dýrka jørðina.
17 Koparsúlurnar í húsi HARRANS og stabbarnar og koparhavið í húsi HARRANS brutu Kaldearar sundur og fóru til Bábel við koparinum.
18 Øskubytturnar, eldspakarnar, knívarnar, bæði sløgini av skálum og øll koparíløtini, ið nýtt høvdu verið við tænastuna, rændu teir;
19 somuleiðis rændi lívvaktarhøvdingin føtini, eldpannurnar, skálirnar at sletta blóð við, øskubytturnar, ljósastakarnar, hinar skálirnar og steypini – alt tað, ið av gulli og silvuri var –
20 og súlurnar báðar, havið og hinar 12 kopartarvarnar, ið undir støbbunum vóru – sum Sálomo kongur hevði latið gera til hús HARRANS – koparið í øllum hesum stóð ikki til at viga.
21 Um súlurnar er at siga, at onnur súlan var átjan alin høg, og band, ið var tólv alin, rakk rundan um hana; hon var fýra fingrar tjúkk og opin innan.
22 Súluhøvd av kopari var á henni; hetta súluhøvdið – annað – var fimm alin høgt; rutt net og granatepli vóru rundan um súluhøvdið, alt samalt av kopari; og á sama hátt var við hini súluni – eisini hon hevði granatepli.
23 Granateplini vóru 96, sum vendu úteftir; øll granateplini vóru 100 á hinum rudda netinum allan vegin runt.
c. Captives Carried to Babylon
52:24-30:1
24 Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja, næsthægsta prestin, so eisini teir tríggjar duravaktararnar;
25 og úr býnum tók hann ein hirðmann, hann, ið var høvuðsmaður yvir herfólkinum, og sjey av næstu monnum kongsins, sum enn vóru í býnum, harumframt skrivara herhøvdingans, hann, sum skrivaði út fólk landsins í hertænastu, og 60 mans av fólki landsins, sum enn var í býnum
26 – hesar tók Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi og fór til Ribla til bábelskong við teimum;
27 og bábelskongur læt teir drepa í Ribla í Hamatslandi. Soleiðis varð Juda herleitt úr landi sínum.
30 triðja og tjúgunda árið ið Nebukadnezar sat við stýrið, herleiddi Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi 745 sálir av Judearum. Tilsamans vóru tað 4600 sálir.
d. Evil-merodach Releases Jehoiachin
52:31-34:1
31 Sjeynda og tríatiunda árið eftir at Jójakin judakongur var herleiddur, tann fimta og tjúgunda í tólvta mánaði, tók Evil-Merodak bábelskongur – sama árið sum hann gjørdist kongur – Jójakin judakong til náði og slepti honum út úr fangahúsinum.
32 Hann tosaði blídliga við hann og setti stól hansara oman fyri stólar hinna konganna, sum hjá honum vóru í Bábel.
33 Hann fór tá úr fangabúna sínum og át við borð hansara hvønn dag, so leingi sum hann livdi.
34 Tað, ið honum tørvaði, fekk hann alla tíðina frá bábelskongi, hvønn dag tað, ið hann hevði fyri neyðini tann dagin, so leingi sum hann livdi, líka til deyðadag sín.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul