Jeremias kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
Fleir
1
Flýggið, tit Benjaminitar, burtur úr Jerusalem, og blásið í horn í Tekoa, reisið upp merki í Bet-Hakkerem! Tí vanlukka hóttir norðaneftir, stór oyðing.
2
Eg forkomi dóttur Zion, hini føgru, vandnu.
3
Til hennara skulu koma hirðar við fylgjum sínum; teir reisa tjøldini rundan um hana, teir eta hvør sítt stykki av.
4
– Vígið tykkum til bardaga móti henni! „Farið á føtur og latið okkum gera álop um middagin! Vei okkum, tí dagurin hallar, og kvøldskuggarnir leingjast!
5
Farið á føtur og latið okkum gera álop á náttartíð, latið okkum leggja borgir hennara í oyði!“
6
Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Fellið trø og laðið virkisvegg móti Jerusalem! Hetta er býurin, ið heimsøktur skal verða; hann er fullur av yvirgangsverkum, allur sum hann er.
7
Eins og brunnur goymir vatn sítt óspilt, goymir hann óndskap sín óbroyttan; yvirgang og herverk hoyrist um har, sár og sløg eru Mær altíð fyri eyga.
8
Tak við ávaring, Jerusalem, so sál Mín vendir sær ikki frá tær, so Eg geri teg ikki til oyðimørk, óbygt land!
9
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eftirleiting, eins og á víntræi, skal verða hildin á tí, sum eftir er av Ísrael. Rætt ferð eftir ferð út hondina, eins og táið ein hentar vínber av greinunum!
10
Hvønn skal eg tosa við, og hvørjum skal eg vitna fyri, so tey hoyra! Oyru teirra eru jú óumskorin, so tey fáa ikki lurtað, ja, orð HARRANS er vorðið teimum til spott, tey vilja ikki vita av tí!
11
Men eg eri fullur av vreiði HARRANS, eg eri troyttur av at temja hana. – Hell hana út yvir barnið á gøtuni og yvir allan unglingahópin! Ja, bæði maður og kvinna skulu verða rakt, bæði gamal og avgamal!
12
Og hús teirra skulu aðrir koma at eiga, markir og konur teirra við; tí Eg skal rætta út hondina móti teimum, sum í landinum búgva – sigur HARRIN.
13
Tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn.
14
Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: „Friður! Friður!“ – tóat eingin friður er.
15
Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíð Mín kemur at heimsøkja teir, skulu teir snáva – sigur HARRIN.
16
So segði HARRIN: „Standið við vegirnar og hyggið eftir, spyrjið um hinar gomlu gøtur, spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða, og gangið hana! So skulu tit finna sálum tykkara hvílu.“ Men tey svaraðu: „Hana vilja vit ikki ganga!“
17
Eg setti tykkum vaktarar og segði: „Aktið eftir, táið lúðurin ljóðar!“ Men tey svaraðu: „Honum lurta vit ikki eftir!“
18
Hoyrið tí, tit fólkasløg, og síggj, tú samkoma, hvat í teimum býr!
19
Hoyr, tú jørð! Ja, Eg lati vanlukku koma yvir hetta fólk, ávøkstin av ráðum teirra; tí orðum Mínum hava tey ikki lurtað eftir, og lóg Mína hava tey vrakað.
20
Hvat leggi Eg í roykilsi úr Sjeba og í besta kalmus úr landi langt burtur! Brennioffur tykkara líkar Mær ikki, og sláturoffur tykkara vil Eg ikki hava!
21
Tí sigur HARRIN so: Eg leggi steinar at falla um fyri hetta fólk, og bæði fedrar og synir skulu snáva um teir; granni skal ganga til grundar saman við granna.
22
So sigur HARRIN: Fólk kemur úr landinum í norðri, stór tjóð reisist við ytsta enda jarðar.
23
Boga og spjót bera teir; teir eru grummir og spara ongan; rødd teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermenn móti tær, dóttir Zion!
24
Vit hava hoyrt tíðindini um tað, og hendur okkara mistu alla megi; angist er fallin á okkum, pína sum á kvinnuna, ið eigur.
25
Farið ikki út á markina, og gangið ikki eftir vegnum! Tí fíggindin hevur svørð – ræðsla úr øllum ættum!
26
Sveipa teg í syrgibúna, dóttir fólks Míns, velt tær í øsku, halt sorg sum eftir einasta barn, vena teg sárliga! Tí brádliga kemur oyðarin á okkum.
27
Til rannsakara havi Eg sett teg millum fólk Mítt, til fasta borg, til at kenna og royna leið teirra.
28
Tey hava vent sær burtur og eru fallin frá – øll somul; tey ganga um við útspilling; tey eru kopar og jarn; øll somul gera tey tað, ið voldir mein.
29
Smiðjubjølgurin er brendur upp, blýggið er upptært; til einkis hava teir brætt og brætt – hini óndu eru ikki skild frá.
30
„Burturkastað silvur“ verða tey rópt – tí HARRIN hevur vrakað tey.