Jeremias kap. 11

Uppsetan
v. The Broken Covenant
11:1-12:17
2 Hoyr orðini í hesum sáttmála, og tala við Judamenn og við teir, sum í Jerusalem búgva!
3 Tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Bannaður veri tann maður, sum lurtar ikki eftir orðunum í hesum sáttmála,
4 sum Eg beyð fedrum tykkara at halda, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr jarnovninum! – Eg segði: „Hoyrið rødd Mína og gerið hetta, í einum og øllum so sum Eg áleggi tykkum! So skulu tit vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara
5 og halda eiðin, ið Eg svór fedrum tykkara, at Eg skuldi geva teimum land, ið flýtur í mjólk og hunangi – eins og í dag sæst!“ Eg svaraði: „Amen, HARRI!“
6 HARRIN segði við meg: Prædika alt hetta í býum Juda og á gøtum Jerusalems – sig: Hoyrið orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum!
7 Tí Eg vitnaði í álvara fyri fedrum tykkara, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi – og síðani líka til henda dag, tíðliga og seint, og segði: „Lurtið eftir tí, sum Eg sigi!“
8 Men teir lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyranum til; nei, teir gingu, hvør eftir ónda, harða hjarta sínum; so læt Eg koma yvir teir øll orðini í hesum sáttmála, ið Eg hevði givið teimum boð um at halda, men sum teir ikki høvdu hildið.
9 Og HARRIN segði við meg: Samansvørjing er funnin millum Judamenn og millum teir, sum í Jerusalem búgva.
10 Teir eru farnir aftur til misgerðir forfedra sína, sum ikki vildu lurta eftir orðum Mínum; teir hava hildið seg til aðrar gudar og dýrkað teir; hús Ísraels og hús Juda hava brotið sáttmálan, ið Eg gjørdi við fedrar teirra.
11 Tí sigur HARRIN so: Eg lati koma yvir teir vanlukku, sum teir ikki skulu komast undan; og táið teir tá rópa til Mín, skal Eg ikki lurta eftir teimum.
12 Tá skulu býir Juda og tey, sum í Jerusalem búgva, fara og rópa til gudarnar, ið tey brenna roykilsi fyri; men teir skulu ikki frelsa tey í vanlukkutíð teirra.
13 Tí so mangir sum býir tínir eru, so mangir eru gudar tínir, Juda, og so mangar sum gøturnar eru í Jerusalem, so mong altar hava tit reist skemdini* – altar at brenna Ba’al roykilsi á.
14 Tú mást tí ikki biðja fyri hesum fólki og ikki bera fram sorgarróp og bøn fyri tí; tí Eg hoyri ikki, táið tey rópa til Mín í neyðini.
15 Hvat hevur elskaða Mín í húsi Mínum at gera! Hon, ja, allur hópurin, ger skemdarverk, og so skal kanska hitt heilaga offurkjøt bjarga tær frá teimum! Tú fegnast, táið tú gert ilt!
16 Grønt oljutræ, prýtt við vøkrum ávøksti, kallaði HARRIN teg; í øgiligum gangi og braki setur Hann eld á tað, og greinar tess verða brotnar.
17 HARRIN Gud herskaranna, Hann, sum plantaði teg, hóttir teg við vanlukku til straff fyri tað illa, ið hús Ísraels og hús Juda hava gjørt og soleiðis eggjað Meg til vreiði við at brenna roykilsi fyri Ba’al.
18 HARRIN læt meg fáa tað at vita, tí veit eg tað; ja, Tú lætst meg síggja gerðir teirra.
19 Og eg var sum meinaleyst lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið; eg visti ikki, at teir høvdu upphugsað ónd ráð móti mær og sagt: „Latið okkum forkoma trænum og ávøksti tess – týna hann úr landi teirra, sum liva, so eingin minnist navn hansara aftur!“
20 Men HARRIN Gud herskaranna er rættvísur dómari, Hann rannsakar nýru og hjarta; eg skal síggja hevnd Tína á teimum, tí fyri Teg havi eg lagt fram málevni mítt.
21 Tí sigur HARRIN so um Anatotsmenn, sum liggja tær eftir lívinum og siga: „Tú mást ikki profetera í navni HARRANS – so satt sum tú vilt ikki doyggja fyri hond okkara!“
22 – ja, tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal heimsøkja teir; hinir ungu hjá teimum skulu falla fyri svørði, synir og døtur teirra skulu doyggja av hungri,
23 og teir skulu einki hava eftir; tí Eg lati vanlukku koma yvir Anatotsmenn, árið, táið teir verða heimsøktir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul