Jeremias kap. 40
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Events After the Fall of Jerusalem
40:1-45:5
1.
The Remnant in Judah
40:1-42:22
a.
Jeremiah Remains in Judah
40:1-6:1
1
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði latið hann leysan í Rama; hann sendi boð eftir honum, meðan hann var bundin við leinkjum mitt ímillum allar fangarnar úr Jerusalem og Juda, sum burt vórðu fluttir til Bábel.
2
Lívvaktarhøvdingin sendi boð eftir Jeremiasi og segði við hann: „HARRIN Gud tín hevði hótt hetta stað við hesi vanlukku;
3
og HARRIN læt hana koma og gjørdi, sum Hann hevði sagt; tit høvdu jú syndað móti HARRANUM og ikki lurtað eftir tí, sum Hann segði; tí gekst tykkum so.
4
Men nú havi eg í dag loyst leinkjurnar av hondum tínum. Dámar tær nú at koma við mær til Bábel, so kom – eg skal síggja tær til góða! Men er tað tær ímóti at koma við mær til Bábel, so lat vera! Landið liggur tær jú opið; hagar ið tær tykir gott og rætt at fara – far hagar!“
5
Táið hann enn onga leið tók, segði hann: „Far so aftur til Gedalja, son Ahikam, son Safan, hann, sum bábelskongur hevur sett yvir býir Juda, og verð hjá honum millum fólkið – ella tak onkra aðra leið, hagar sum tær tykir beint at fara!“ Og lívvaktarhøvdingin gav honum mat og gávur og læt hann fara.
6
Jeremias kom so til Mizpa, til Gedalja, son Ahikam, og hann varð verandi hjá honum millum fólkið – millum teirra, sum eftir vóru í landinum.
b.
Gedaliah Governs in Judah
40:7-41:18
i.
Gedaliah Appointed by Nebuchadnezzar
40:7-12:1
7
Táið allir herhøvdingarnir, ið vóru úti í opnum landi – táið teir og menn teirra frættu, at bábelskongur hevði sett Gedalja, son Ahikam, yvir landið og yvir menn, kvinnur og børn og tey av almúguni í landinum, sum ikki vóru herleidd til Bábel,
8
komu teir til Mizpa, til Gedalja, bæði Ísmael, sonur Netanja, Jóhanan og Jónatan, synir Karea, Seraja, sonur Tanhumet, synir Ofai úr Netofa og Jezanja, sonur Ma’akatitin – teir og menn teirra.
9
Og Gedalja, sonur Ahikam, son Safan, svór teimum og monnum teirra eið og segði: „Óttist ikki fyri at standa undir Kaldearum! Verðið í landinum og gevið tykkum undir bábelskong! So skal tykkum gangast væl.
10
Eg verði jú búgvandi í Mizpa til at taka ímóti Kaldearum, táið teir koma til okkara; men tit skulu savna vín, frukt og olju og lata tað í íløt tykkara, og tit skulu verða verandi í býum tykkara, sum tit hava tikið í ogn.“
11
Eisini allir Jødar, sum vóru í Móab, millum Ammonitar og í Edom, og teir, sum vóru í øllum øðrum londum, frættu, at bábelskongur hevði latið leivd av fólkinum verða eftir í Juda, og at hann hevði sett Gedalja, son Ahikam, son Safan, yvir tey.
12
Allir hesir Jødar komu tá heimaftur av øllum teimum støðum, hagar teir vóru riknir burt, og komu til Judaland, til Gedalja í Mizpa. Og tey savnaðu ógvuliga nógv av víni og frukt.
ii.
The Plot against Gedaliah
40:13-16:1
13
Men Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið vóru úti í opnum landi, komu til Gedalja í Mizpa
14
og søgdu við hann: „Veitst tú, at Ba’alis ammonitakongur hevur sent Ísmael, son Netanja, at drepa teg?“ Men Gedalja, sonur Ahikam, trúði teimum ikki.
15
Tá segði Jóhanan, sonur Karea, loyniliga við Gedalja í Mizpa: „Lat meg fara og drepa Ísmael, son Netanja – eingin skal fáa tað at vita! Hví skal hann drepa teg, so alt Juda, ið savnast hevur til tín, verður sundurspjatt, og leivdin, ið eftir er av Juda, gongur til grundar!“
16
Men Gedalja, sonur Ahikam, svaraði Jóhanan, syni Karea: „Tað mást tú ikki gera; tí tú lýgur um Ísmael!“