Jeremias kap. 18

Uppsetan
ix. Parables of Persecution
18:1-20:17
3 Eg fór tá oman í hús leirkerasmiðsins, og hann tókst við arbeiði sítt við klingrurnar.
4 Og táið ílatið, ið hann gjørdi, miseydnaðist – sum ganga kann við leirinum í hond leirkerasmiðsins – so gjørdi hann tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vildi hava tað at vera.
6 Skuldi Eg ikki kunnað gjørt við tykkum, hús Ísraels, sum hesin leirkerasmiður! – sigur HARRIN; jú, sum leirið í hond leirkerasmiðsins, so eru tit í hond Míni, hús Ísraels!
8 men um tá tjóðin, ið Eg havi talað um, vendir við frá óndskapi sínum, so angri Eg tað ringa, ið Eg hevði ætlað at gera henni.
10 men ger hon tá tað, sum ónt er í eygum Mínum, og lurtar ikki eftir tí, sum Eg sigi, so angri Eg tað góða, ið Eg hevði ætlað at gera henni.
11 Og sig nú við Judamenn og við teir, sum í Jerusalem búgva: So sigur HARRIN: Eg ætli tykkum vanlukku; Eg upphugsi mein ráð móti tykkum; vendið við, hvør av óndu leið síni, og bøtið leiðir og atburð tykkara!
12 Men teir svara: „Tað fær onga vend – vit ganga eftir okkara egnu hugsanum, og ein og hvør okkara ger eftir ónda, harða hjarta sínum!“
13 Tí sigur HARRIN so: Spyrjið millum heidningafólkini – hvør hevur hoyrt slíkt! Tað er ræðuligt, sum hon hevur borið seg at, moyggin Ísrael!
14 Man kavin á Libanon fara burtur av hinum høga fjalli! Ella torna tey upp, hini svalligu vøtn, sum koma rennandi úr fjarløgu!
15 Men fólk Mítt hevur gloymt Meg; tað brennir roykilsi fyri hinum følsku gudum; og teir leiddu tey í fall á leiðum teirra, hinum gomlu leiðunum, so tey gingu rásir, ólagdar vegir
16 – og gjørdu soleiðis land sítt til ræðu, til ævigt spott, sum hvør tann, ið kemur framvið, skal ræðast og rista við høvdinum at.
17 Sum eystanstormur skal Eg spjaða tey fyri ásjón fíggindans; bakið og ikki andlitið skal Eg venda teimum vanlukkudag teirra.
18 Tá søgdu teir: „Komið, latið okkum upphugsa ónd ráð móti Jeremiasi! Tí einki skortar prestunum lógina, ei heldur hinum vísu ráð, ei heldur profetunum opinbering! Komið, latið okkum sláa hann við tunguni og ikki leggja í eitt orð, hann sigur!“
20 Skal gott verða lønt við illum! Teir hava jú grivið lívi mínum grøv. Minst, at eg stóð fyri ásjón Tíni og talaði, teimum til góða, til at venda vreiði Tíni frá teimum!
21 Gev tí hungrinum børn teirra, og gev teir sjálvar upp til svørðið, lat konur teirra verða barnleysar og einkjur, menn teirra doyggja av pest og hinar ungu hjá teimum falla fyri svørði í bardaga!
22 Lat neyðarróp hoyrast úr húsum teirra, táið Tú brádliga letur fíggindaskara koma yvir teir! Tí teir hava grivið grøv at fáa meg at falla í og lagt loyndar snerrur fyri føtur mínar.
23 Men Tú, HARRI, kennir øll deyðaráð teirra móti mær! – Fyrigev teimum ikki misbrot teirra, og strika ikki út synd teirra fyri ásjón Tíni, nei, lat teir koma til fals fyri ásjón Tíni, fáa við Teg at gera vreiðistund Tína!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul