Jeremias kap. 22
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
So segði HARRIN: Far oman í høll judakongs og tala har hetta orð – sig:
2
Hoyr orð HARRANS, judakongur, sum situr í hásæti Dávids, tú og tænarar tínir og fólk títt, tit, ið ganga inn um hesi portur!
3
So sigur HARRIN: Gerið rætt og rættvísi, frelsið hin rænda av hondum kúgarans, gerið ikki hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni órætt – kúgið tey ikki! – Og úthellið ikki sakleyst blóð á hesum staði!
4
Tí gera tit eftir hesum orði, so skulu kongar, sum sita í hásæti Dávids, koma í vagnum og á hestum inn um portrini til hetta hús – hann sjálvur og tænarar og fólk hansara.
5
Men lurta tit ikki eftir hesum orðum, so svørji Eg um Meg sjálvan – sigur HARRIN – at hetta hús skal verða lagt í oyði.
6
Tí so sigur HARRIN um hús judakongs: Gilead ert tú Mær, Libanonstindur; men Eg skal so sanniliga gera teg til oyðimørk, til býir, sum eingin býr í!
7
Eg skal halga herverksmenn móti tær, hvønn við vápnum sínum, og teir skulu fella útvaldu sedristrø tíni og blaka tey í eldin.
8
Og mong fólkasløg skulu koma fram við hesum býi og spyrja hvørt annað: „Hví hevur HARRIN gjørt so við henda stóra bý?“
9
Og svarað skal verða: „Tí tey vendu sær frá sáttmála HARRANS Guds síns og tilbóðu aðrar gudar og dýrkaðu teir.“
b.
To Individual Kings of Judah
22:10-30:1
10
Grátið ikki um tann, ið deyður er, og harmið ikki hann! Grátið um tann, ið burtur er farin! Tí hann skal ikki koma heimaftur og síggja føðiland sítt.
11
Tí so sigur HARRIN um Sallum,* son Josias, kongin í Juda, hann, ið tók ríkið eftir Josias, faðir sín, og sum er farin burtur hiðani: Hann skal aldri koma heimaftur;
12
nei, har sum teir hava flutt hann í útlegd, skal hann doyggja, og hetta land skal hann ikki síggja aftur.
13
Vei honum, ið byggir hús sítt við órættvísi og salir sínar við órætti, sum letur næsta sín træla fyri einki og letur hann ikki fáa løn hansara,
14
sum sigur: „Eg skal byggja mær stórt hús við rúmligum sølum,“ og sum so høggur sær vindeygu á tað, bróstar tað við sedrisviði og málar tað reytt.
15
Ert tú kongur, fyri tað at tú kappast í at byggja av sedrisviði! Faðir tín – mundi hann ikki eta og drekka og gera rætt og rættvísi! Tá gekst honum væl.
16
Hann hjálpti hinum arma og fátæka at fáa rætt – tá gekst væl! Er ikki hetta at kenna Meg! – sigur HARRIN.
17
Men eygu tíni og hjarta títt stevna ikki eftir øðrum enn vinningi og at úthella blóð hins sakleysa og fara við yvirgangi og kúgan.
18
Tí sigur HARRIN so um Jójakim, son Josias, kongin í Juda: Tey skulu ikki halda sorgarhátíð eftir hann og rópa: „Á bróðir! Á systir!“ Tey skulu ikki halda sorgarhátíð eftir hann og rópa: „Á harri! Á dýrd hansara!“
19
Sum esil verður jarðað, skal hann verða jarðaður; hann skal verða drigin burt og blakaður langt út um portur Jerusalems.
20
Far niðan á Libanon og rópa, lat rødd tína ljóða í Basan, og rópa av Abarim!* Tí allir ástvinir tínir eru soraðir sundur.
21
Eg talaði við teg, táið tær gekst væl; men tú segði: „Eg vil ikki hoyra!“ So hevur tú borið teg at frá ungdóminum – ikki lurtað eftir tí, ið Eg havi sagt.
22
Allir hirðar tínir skulu fúka burt fyri storminum, og ástvinir tínir noyðast at fara avstað sum fangar; ja, tá skalt tú vanærast og verða til skammar aftur fyri allan óndskap tín.
23
Tú, ið býrt á Libanon, sum hevur reiður títt í sedristrøum – sum tú fert at geva teg, táið kvalir koma á teg, verkir sum á kvinnuna, ið eigur barn!
24
So satt sum Eg livi – sigur HARRIN: Um so Konja,* sonur Jójakim, kongurin í Juda, var innsiglisringur á høgru hond Míni, skuldi Eg rivið teg haðani!
25
Eg skal geva teg í hendur teirra, sum liggja tær eftir lívinum, í hendur teirra, sum tú ræðist, í hendur Nebukadnezars bábelskongs og í hendur Kaldeara.
26
Eg skal kasta teg og móður tína, sum átti teg, burtur í annað land, har tit ikki vórðu fødd; og har skulu tit doyggja.
27
Men í landið, sum tey stunda eftir at koma aftur til, hagar skulu tey ikki koma aftur.
28
Er hann tá vanvird, sorað leirkrukka, hesin maður, Konja, ella ílat, ið eingin hirðir um? Hví eru tey kastað burt, hann og avkom hansara, og blakað burt í land, sum tey ikki kenna?
29
Land, land, land! Hoyr orð HARRANS!
30
So sigur HARRIN: Skrivið henda mann upp sum barnleysan, sum mann, ið onga eydnu hevur í lívinum! Tí ongum av avkomi hansara skal eydnast at sita í hásæti Dávids og hereftir stýra í Juda.