Jeremias kap. 46
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Prophesies for the Nations
46:1-51:64
a.
Judgment on Egypt
46:1-28:1
1
Orð HARRANS, ið kom til Jeremias profet um heidningafólkini.
2
Um Egyptaland, um her Faraos Nekos kongs í Egyptalandi, sum stóð við ánna Eufrat, við Karkemis, og sum Nebukadnezar bábelskongur vann sigur á, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið.
3
Gerið skjøld og verju til reiðar, og haldið fram til bardaga!
4
Setið hestarnar fyri vagnarnar, setið tykkum upp, hestmenninir, fylkið tykkum við hjálmi á høvdinum! Gerið spjótini blonk, farið í brynjurnar!
5
Hví síggi eg teir ræðsluslignar halda undan? Kappar teirra liggja undir, flýggja og hyggja ikki aftur um seg – ræðsla úr øllum ættum, sigur HARRIN.
6
Hin kviki skal ikki komast undan, og kappin skal ikki bjarga sær. Har norðuri, við ánna Eufrat, snáva teir og falla.
7
Hvør er hesin, ið veksur eins og Nilá, og hvørs vøtn koma brúsandi sum streymarnir?
8
Egyptaland veksur eins og Nilá og hevur brúsandi vøtn sum streymarnir; tað sigur: „Eg skal vaksa og leggja yvir londini, eg skal leggja í oyði býir og tey, sum í teimum búgva.
9
Farið fram, hestar, stormið avstað, vagnar! Kapparnir skulu halda avstað, Etioparar og Putearar, ið bera skjøld, og menn úr Lud, ið eru vápnaðir við bogum, sum teir spenna.“
10
Men tann dagur er Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna, hevndardagur, táið Hann skal hevna Seg á fíggindar Sínar, og svørðið skal eta og mettast og verða drukkið av blóði teirra; tí offurhátíð heldur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, í Norðurlandi, við ánna Eufrat.
11
Far avstað til Gilead eftir balsam, moyggin, dóttir Egyptaland! Til einkis roynir tú mong ymisk læknaráð; einki kann veita tær heilsubót!
12
Fólkasløg frætta um skomm tína, og neyðarróp tíni fylla jørðina; tí ein kappin dettur um annan, og báðir falla.
13
Orðið, ið HARRIN talaði við Jeremias profet um, at Nebukadnezar bábelskongur skuldi koma og vinna sigur á Egyptalandi:
14
Kunngerið tað í Egyptalandi, boðið frá tí í Migdol, boðið frá tí í Nof og Tapanhes – sigið: Stíg fram og ger teg til, tí svørðið hevur etið alt rundan um teg!
15
Hví er hin sterki hjá tær fallin til jarðar? Hann var ikki mentur at standa seg, tí HARRIN rendi hann umkoll.
16
Hann fekk mangar at snáva, ja, teir falla, hvør oman á annan, og teir siga: „Komið, latið okkum fara heimaftur til fólk okkara og føðiland okkara undan svørðinum, ið herjar!“
17
Teir rópa har: „Tað er úti við Farao egyptalandskongi – hann læt hina lagaligu tíðina fara frá sær!“
18
So satt sum Eg livi – sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna: Sum Tabor millum fjøllini og sum Karmel við havið kemur hann!
19
Ger teg til at fara í útlegd, dóttir Egyptalands, sum í landinum býr! Tí Nof skal verða oyðimørk og lagt í oyði, so eingin býr har.
20
Vøkur kvíga er Egyptaland; men oyðing norðaneftir kemur – hon kemur!
21
Eisini hinir leigaðu hermenninir, ið tað hevur hjá sær, teir, ið líkjast gøðingarkálvum – ja, eisini teir venda við, flýggja allir samlir, teir eru ikki mentir at standa seg; tí vanlukkudagur teirra er komin á teir, heimsøkingartíð teirra.
22
Rødd tess skal ljóða sum ormsins; tí við heri halda teir* fram, og við øksum koma teir móti tí eins og teir, ið høgga við.
23
Teir høgga niður skóg tess – sigur HARRIN – tí hann er ikki komandi ígjøgnum; teir eru fleiri enn grashoppur, ikki stendur til at telja teir.
24
Dóttir Egyptalands verður til skammar; hon verður givin tjóð norðaneftir í hendur.
25
HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, sigur: Eg heimsøki Amon í No og Farao og Egyptaland við gudunum og kongunum har, bæði Farao og teir, ið á hann líta,
26
og Eg gevi teir í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum, í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, og í hendur tænara hansara; men síðani skal tað sleppa at liva í friði sum í fornum døgum – sigur HARRIN.
27
Óttast tí ikki, Jákup, tænari Mín, ræðst ikki, Ísrael! Tí Eg frelsi teg úr landinum langt burtur og avkom títt úr landinum, har tey eru fangar; Jákup skal koma aftur og hava frið og vera tryggur, eingin skal ræða hann.
28
Óttast ikki, Jákup, tænari Mín – sigur HARRIN – tí Eg eri við tær! Eg skal gera enda á øllum tjóðunum, ið Eg havi rikið teg burtur til; men tær skal Eg ikki gera enda á; Eg skal tykta teg við máta, tí heilt óstraffaðan lati Eg teg ikki vera.