Jeremias kap. 47

Uppsetan
b. Judgment on the Philistines
47:1-7:1
2 So sigur HARRIN: Vatn kemur streymandi norðaneftir og verður á, ið fløðir yvir; tað leggur út yvir londini og alt tað, sum í teimum er, býirnar og tey, sum í teimum búgva. Menniskjuni rópa, og øll, ið á jørðini búgva, vena seg.
3 Táið dynur av veldigu hestum hansara, ið koma rennandi, táið gangurin hoyrist av vagnum hansara, táið hjól hansara glymja, hyggja fedrar ikki rundan um seg eftir børnum sínum, so mótfalnir eru teir
4 – nú dagurin er komin, táið allir Filistarar skulu verða oyddir, og hvør ein hjálpari, ið eftir er hjá Týrus og Sidon, skal verða týndur; tí HARRIN beinir fyri Filistarum, teimum, ið eftir eru úr Kaftorsoyggj.
5 Gaza er vorðið skallut, Askalon er lagt í oyði, tað, ið eftir er av láglendi teirra – hvussu leingi fert tú at rista skurðir í teg?
6 Á, hvussu leingi verður tað, inntil tú fert at hvíla, svørð HARRANS? Far í slíðrar tínar, hvíl teg og ver stilt!
7 Hvussu skuldi tú kunnað hvílt, táið HARRIN hevur givið tær boð! – Til Askalon og havsstrondina, hagar hevur Hann stevnt tí.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul