Jeremias kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Um tú umvendir teg, Ísrael – sigur HARRIN – skalt tú sleppa aftur til Mín; og tekur tú viðurstygdir tínar burt frá ásjón Míni, skalt tú ikki flakka heimleyst um.
2
Svørt tú: „So satt sum HARRIN livir!“ í sannleika, við rætti og rættvísi, skulu fólkasløg signa seg í Honum og rósa sær av Honum.
3
Ja, so sigur HARRIN við Judamenn og við Jerusalem: Takið tykkum nýggja mark at velta í, og sáið ikki millum tornir!
4
Umskerið tykkum fyri HARRANUM, fáið burt yvirhúð hjarta tykkara, tit Judamenn og tit, sum í Jerusalem búgva – so ikki vreiði Mín brýtur út sum eldur og brennur so, at eingin fær sløkt hana, aftur fyri ringa atburð tykkara!
iii.
Judgment is Coming
4:5-6:30
5
Kunngerið í Juda og boðið í Jerusalem og sigið: „Blásið í horn í landinum!“ Rópið, alt tað tit eru mentir, og sigið: „Savnið tykkum saman, og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir!“
6
Reisið upp hermerki, tann vegin sum Zion liggur, flýggið og steðgið ikki! Tí Eg lati vanlukku koma norðaneftir, mikla oyðing.
7
Leyva hevur reist seg, haðani sum hon lá millum runnarnar, fólkaoyðari er hildin avstað, er farin heimanfrá, at gera land títt til oyðimørk; býir tínir skulu verða lagdir í oyði, so eingin býr har.
8
Sveipið tykkum tí í syrgibúna, venið tykkum og rópið! Tí brennandi vreiði HARRANS hevur ikki vent sær frá okkum.
9
Tann dag – sigur HARRIN – skal vit kongsins og høvdinganna svíkja, prestarnir skulu ræðast, og ótti skal fylla profetarnar.
10
Tá segði eg: „Á Harri HARRI! Tað er vist, at illa hevur Tú svikið hetta fólk og Jerusalem, táið Tú segði: „Tit skulu hava frið!“ Nú er jú svørðið komið líka at sálini!“
11
Tá skal verða sagt um hetta fólk og um Jerusalem: Glóðheitur vindur av hinum naknu hæddum í oyðimørkini blæsur á dóttur fólks Míns, ikki til at kasta ella reinsa korn við;
12
nei, harðari vind enn so skal Eg lata koma; nú skal Eg eisini fella dóm yvir tey.
13
Ja, sum skýggj kemur hann,* og sum harðveður eru vagnar hansara; hestar hansara eru kvikari enn ørnir – vei okkum, tað er úti við okkum!
14
Vaska óndskapin av hjarta tínum, Jerusalem, so tú kanst verða frelst! Hvussu leingi fara hasar syndafullu hugsanir at búgva innan í tær?
15
Úr Dan hoyrist rødd við tíðindum, av Efra’imsfjøllum ein, ið boðar ilt.
16
Kunngerið tjóðunum tað, boðið Jerusalem tað: Menn koma úr landi langt burtur at kringseta býirnar í Juda, og teir lata rødd sína ljóða móti teimum.
17
Sum vaktarar rundan um akur savnast teir móti tí rundanum; tí Meg hevur tað ikki viljað aktað – sigur HARRIN.
18
Atburður tín og gerðir tínar hava volt tær hetta; hetta er ávøkstur óndskapar tíns – at tað er beiskt, at tað er komið tær líka at hjartanum.
19
Innvølur mín, innvølur mín! Eg pínist! Á, veggir hjarta míns! Hjartað gevur seg í mær, eg fái ikki tagt! Tí lúðraljóð, herróp hevur tú hoyrt, sál mín!
20
Oyðing oman á oyðing rópa tey um, ja, alt landið er lagt í oyði! Brádliga eru tjøld míni oydd, eftir eini løtu tjaldteppi míni.
21
Hvussu leingi skal eg síggja hermerki og hoyra lúðraljóð?
22
Ja, fólk Mítt er tápuligt, tað kennir ikki Meg; tey eru býtt børn, skil er einki í teimum; tey eru vís til at gera tað, ið ilt er, men at gera gott hava tey ikki vit til.
23
Eg sá jørðina – men nei, hon var oyðin og tóm; eg hugdi upp móti himli – men ljós hansara var burtur.
24
Eg sá fjøllini – ja, og tey pipraðu, og allir heyggjarnir skulvu.
25
Eg hugdi – men nei, ikki eitt menniskja var eftir, og allir fuglar himmalsins vóru flognir burtur.
26
Eg sá – ja, og hin fruktbara mark var oyðimørk; og HARRIN – brennandi vreiði Hansara – hevði brotið niður allar býir hennara.
27
Tí so sigur HARRIN: Oyðimørk skal alt landið verða – men heilt gera enda á tí skal Eg ikki.
28
Tí skal jørðin syrgja, og himmalin haruppi verða svartur; tí Eg havi talað og viljað tað so, og Eg angri tað ikki og taki tað ikki aftur.
29
Undan gangi hestmanna og bogamanna flýggjar hvør býur; tey leita inn í skógirnar og fara niðan í fjøllini; hvør býur er fólkatómur, ikki eitt menniskja býr har.
30
Og tú – táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti – til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum!
31
Tí eg hoyri róp sum frá kvinnu í barnsneyð, angistróp sum frá kvinnu, ið eigur barn fyrstu ferð; tað er dóttir Zion, ið rópar; hon gevur seg, hon rættir út hendurnar og sigur: „Vei mær! Sál mín liggur undir fyri teimum, ið myrða.“