Jeremias kap. 15
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Tá segði HARRIN við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón Míni, skuldi sál Mín ikki vent sær til hetta fólk! Rek tey burtur frá ásjón Míni, lat tey fara!
2
Spyrja tey teg tá: „Hvar skulu vit fara?“ so skalt tú svara teimum: So sigur HARRIN: Til deyðan tann, ið deyðanum er ætlaður; til svørðið tann, ið svørðinum er ætlaður; til hungurin tann, ið hungrinum er ætlaður; og í útlegd tann, ið útlegdini er ætlaður!
3
Fýra sløg av heimsøkingum skal Eg lata koma yvir tey – sigur HARRIN: Svørðið til at drepa tey, hundarnar til at draga tey burtur og fuglar himmalsins og dýr jarðarinnar til at eta tey upp og forkoma teimum.
4
Øll ríki á jørðini skal Eg lata fara illa við teimum, aftur fyri tað, ið Manasse judakongur, sonur Ezekias, gjørdi í Jerusalem.
5
Tí hvørjum man fara at tykjast synd í tær, Jerusalem, hvør man fara at vísa tær samkenslu, og hvør man fara at koma til tín og spyrja, um tær veit væl við!
6
Tú hevur vent Mær bakið – sigur HARRIN – tú rýmdi burtur frá Mær; tí rætti Eg út hondina móti tær og forkomi tær, Eg eri troyttur av at miskunna!
7
Við kastiskuplu kasti Eg tey við portur landsins; Eg geri fólk Mítt barnleyst; Eg forkomi tí, aftur fyri at tað vendi ikki aftur av leiðum sínum.
8
Einkjur teirra verða fleiri í tali enn sandskorn á sjóvarstrond; yvir møður unglinga teirra lati Eg á alljósum degi koma oyðara; angist og ræðslu lati Eg brádliga falla á tær.
9
Hon, ið átti sjey synir, ørmaktast og gevur upp andan; sól hennara gongur undir, meðan enn er dagur; hon verður til spott og til skammar. Og tað, ið eftir er av teimum, skal Eg geva upp til svørð fígginda teirra – sigur HARRIN.
viii.
Jeremiah’s Woes
15:10-17:27
10
„Vei mær, móðir, at tú átti meg – meg, sum øll í landinum klandrast og trætast við! Eg havi einki lænt teimum, og tey hava einki lænt mær, og tó bannar hvørt menniskja mær!“
11
HARRIN segði: „Vissuliga, Eg skal frelsa teg, so tær gongst væl! Vissuliga, táið vanlukkan og neyðin koma, skal Eg lata fíggindan bøna teg!
12
Man bera til at bróta jarn – jarn úr Norðurlandi – og kopar!“
13
Góðs títt og skattir tínar gevi Eg upp til rán – uttan at nakað verður latið afturfyri – og tað aftur fyri allar syndir tínar, í øllum landi tínum.
14
Og Eg skal lata fíggindar tínar fara avstað við tær, inn í land, sum tú kennir ikki. Tí eldur er kveiktur í vreiði Míni – móti tykkum skal hann loga.
15
Tú veitst tað, HARRI! Minst meg og vitja meg og lat meg fáa hevnd yvir teir, ið søkja at mær! Rív meg ikki burtur í langmóði Tínum! Hugsa um, at tað er fyri Tína skuld, eg verði háðaður!
16
Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði; tí eg eri kallaður við navni Tínum, HARRI Gud herskaranna!
17
Ikki havi eg sitið og stuttleikað mær saman við hinum kátu; gripin av hond Tíni havi eg sitið einsamallur, tí Tú fylti meg við vreiði.
18
Hví verði eg plágaður samt og javnt? Hví er sár mítt ógrøðandi? Tað vil ikki batna! Tú ert jú vorðin mær sum svíkjandi løkur, sum vøtn, ið ikki er lítandi á.
19
Tí sigur HARRIN so: Vendir tú við, skal Eg lata teg koma aftur og standa fyri ásjón Míni; og skilir tú hitt dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín; tá skulu tey venda við til tín, og tú skalt ikki venda við til teirra.
20
Og Eg skal gera teg til fastan koparmúr móti hesum fólki; tey skulu berjast við teg, men ikki vinna á tær; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær og frelsa teg – sigur HARRIN.
21
Eg skal bjarga tær undan valdi hinna óndu, og Eg skal loysa teg úr hondum yvirgangskroppa.