Jeremias kap. 28

Uppsetan
1 Sama árið – í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs, í fimta mánaði fjórða árið – segði Hananja, sonur Azzur, profeturin úr Gibeon, við meg í húsi HARRANS, meðan prestarnir og alt fólkið stóðu hjá:
2 „So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg havi brotið sundur ok bábelskongs!
3 Um tvey ár lati Eg koma aftur higar øll íløtini úr húsi HARRANS, sum Nebukadnezar kongur í Bábel flutti burt hiðani og fór til Bábel við.
4 Og Jekonja judakong, son Jójakim, og øll hini herleiddu úr Juda – tey, sum komin eru til Bábel – lati Eg koma aftur higar – sigur HARRIN – tí Eg skal bróta sundur ok bábelskongs.“
5 Jeremias profetur svaraði Hananja profeti, so prestarnir og alt fólkið, sum í húsi HARRANS stóð, hoyrdu –
6 Jeremias profetur segði: „Amen! HARRIN geri so! HARRIN lati orðið ganga út, sum tú profeteraði, so Hann letur íløtini úr húsi HARRANS og øll hini herleiddu koma higar aftur úr Bábel!
8 Profetarnir, ið verið hava undan mær og tær, frá fornum tíðum, hava profeterað móti mongum londum og móti stórum ríkjum um ófrið, vanlukku og pest.
9 Tann profetur, ið profeterar um frið – ganga orð hansara út, so dugir ein og hvør at síggja, at hann er profetur, ið HARRIN av sonnum hevur sent.“
11 Og Hananja segði, meðan alt fólkið stóð hjá: „So sigur HARRIN: Soleiðis skal Eg um tvey ár bróta sundur ok Nebukadnezars bábelskongs, og taka tað av hálsi alra tjóða!“ Tá rýmdi Jeremias profetur.
12 Men eftir at Hananja profetur hevði brotið okið og tikið tað av hálsi Jeremiasar profets, kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði:
13 „Far og sig við Hananja: So sigur HARRIN: Ok av viði hevur tú brotið sundur, men Eg skal gera ok av jarni í staðin fyri!
14 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Ok av jarni havi Eg lagt á hálsin á øllum hesum fólkasløgum, so tey skulu noyðast at tæna Nebukadnezar kongi í Bábel – og tey skulu tæna honum! Eisini dýrini á markini havi Eg givið honum.“
15 Síðani segði Jeremias profetur við Hananja profet: „Hoyr, Hananja! HARRIN hevur ikki sent teg, og tú hevur fingið hetta fólk at seta álit sítt á lygn.
16 Tí sigur HARRIN so: Eg blaki teg burt av jørðini; tú skalt ikki ganga av árinum, aftur fyri at tú hevur prædikað fráfall frá HARRANUM!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul