Jeremias kap. 39

Uppsetan
ii. The Fall of Jerusalem
39:1-18:1
1 Táið Jerusalem var tikið – níggjunda árið ið Zedekias judakongur sat við stýrið, í tíggjunda mánaði, komu Nebukadnezar bábelskongur og allur herur hansara til Jerusalem og kringsettu býin,
2 og ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið, tann níggjunda í fjórða mánaði, brutu teir inn í býin –
3 tá komu allir stórmenn bábelskongs inn og settust í Miðportur: Nergal-Sarezer, Samgar-Nebu, Sarsekim, hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs.
4 Men táið Zedekias judakongur og allir hermenninir sóu teir, flýddu teir á náttartíð úr býnum, eftir vegnum til urtagarð kongsins, gjøgnum portrið millum báðar múrarnar; og kongurin tók leiðina til slættlendið.
5 Men Kaldearaherurin helt eftir teimum og fekk Zedekias aftur á Jerikoslætta, og teir tóku hann og fóru við honum til Ribla í Hamatslandi, til Nebukadnezar bábelskong; og hann feldi dóm yvir hann.
6 Bábelskongur læt í Ribla synir Zedekias drepa fyri eygum hansara; eisini allar stórmenninar í Juda læt bábelskongur drepa.
7 Síðani læt hann Zedekias blinda, og hann læt hann binda við tveimum koparleinkjum til at fara til Bábel við honum.
8 Kongshøllina og hús fólksins brendu Kaldearar av, og múrar Jerusalems rivu teir niður.
9 Og leivdina av fólkinum, tey, ið eftir vóru í býnum, og svíkjararnar, sum lopist høvdu yvir til hansara, – og tað, ið annars var eftir av fólkinum – herleiddi Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi til Bábel.
10 Bert nøkur av almúguni, sum einki áttu, læt Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi verða eftir í Judalandi, og gav teimum samstundis víngarðar og akrar.
11 Men um Jeremias gav Nebukadnezar kongur í Bábel Nebuzaradan lívvaktarhøvdinga hetta boð:
12 „Tak hann og síggj honum til góða, ger honum einki ilt, nei, ger við hann, soleiðis sum hann sjálvur sigur við teg!“
13 Tá sendu teir – Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, Nebusazban hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs –
14 teir sendu boð og tóku Jeremias úr vaktargarðinum, og teir lótu hann upp í hendur Gedalja, sonar Ahikams, sonar Safans, sum so skuldi taka hann við sær heim; soleiðis varð hann tá verandi har millum fólkið.
15 Til Jeremias var orð HARRANS komið, meðan hann sat fastur í vaktargarðinum; Hann hevði sagt:
16 Far og sig við Ebed-Melek Etiopara: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati orð Míni koma yvir henda bý – til vanlukku og ikki til gott – tey skulu fyri eygum tínum ganga út tann dag.
17 Men tann dag skal Eg bjarga tær – sigur HARRIN; tú skalt ikki verða givin í hendur teirra manna, ið tú ræðist;
18 nei, Eg skal lata teg komast undan; tú skalt ikki falla fyri svørði, men fáa lív títt sum lut – aftur fyri at tú hevur litið á Meg! – sigur HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul