Jeremias kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
The Yoke of Nebuchadnezzar
27:1-28:17
1
Í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs, sonar Josiasar, kom hetta orð til Jeremias frá HARRANUM; hann segði:
2
So segði HARRIN við meg: Ger tær bond og ok og legg tey á háls tín!
3
Síðani skalt tú senda tey til kongin í Edom, kongin í Móab, kong Ammonita, kongin í Týrus og kongin í Zidon – við sendimonnunum, ið koma til Jerusalem, til Zedekias kong í Juda.
4
Tú skalt siga við teir at bera harrum sínum hesi boð: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: So skulu tit siga við harrar tykkara:
5
Eg havi – við mikla mátti Mínum og við útrætta armi Mínum – gjørt jørðina og menniskjuni og dýrini, ið á jørðini eru; og Eg lati tann, sum er hin rætti í eygum Mínum, fáa tað.
6
Nú havi Eg givið øll hesi lond í hond Nebukadnezars kongs í Bábel, tænara Míns; eisini dýrini á markini havi Eg givið honum, so tey skulu tæna honum.
7
Øll fólkasløg skulu tæna honum og syni og sonarsyni hansara – inntil eisini tíð lands hansara kemur; tá skulu veldig fólkasløg og stórir kongar gera hann til træl.
8
Tann tjóð og tað ríki, ið ikki vil tæna honum, Nebukadnezar kongi í Bábel, og sum ikki vil boyggja hálsin undir ok bábelskongs, ta tjóð skal Eg heimsøkja við svørði, hungri og pest – sigur HARRIN – inntil Eg við hond hansara havi gjørt enda á teimum.
9
Og tit – lurtið ikki eftir profetum og spámonnum tykkara, ei heldur eftir dreymum tykkara, ei heldur eftir tekintýðarum og gandakøllum tykkara, sum siga við tykkum: „Einki skulu tit koma at tæna bábelskongi!“
10
Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum – til at fáa tykkum burt úr landi tykkara, við tað at Eg tá reki tykkum burt, og tit ganga til grundar.
11
Men tann tjóð, ið boyggir hálsin undir ok bábelskongs og tænir honum, henni skal Eg loyva at verða í friði í landi sínum – sigur HARRIN – og hon skal sleppa at dýrka tað og búgva í tí.
12
Við Zedekias kong í Juda segði eg alt hetta sama; eg segði: Boyggið hálsin undir ok bábelskongs og tænið honum og fólki hansara! So skulu tit liva.
13
Hví vilja tit doyggja, tú og fólk títt, fyri svørði og av hungri og pest – so sum HARRIN hevur talað um tað fólk, ið ikki vil tæna bábelskongi?
14
Lurtið ikki eftir tí, sum profetarnir tala, teir, ið siga við tykkum: „Einki skulu tit koma at tæna bábelskongi!“ Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum.
15
Eg havi ikki sent teir – sigur HARRIN – nei, teir profetera rangt í navni Mínum, so Eg noyðist at reka tykkum burt, og tit fara at ganga til grundar, tit og profetarnir, ið profetera fyri tykkum.
16
Og eg talaði til prestarnar og alt hetta fólk; eg segði: So sigur HARRIN: Lurtið ikki eftir tí, sum profetar tykkara tala, táið teir profetera fyri tykkum og siga: „Nú skulu íløtini úr húsi HARRANS skjótt verða flutt heimaftur úr Bábel!“ Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum.
17
Lurtið ikki eftir teimum, nei, tænið konginum í Bábel! So skulu tit liva. Hví skal hesin býur verða til oyðimørk?
18
Eru teir profetar – hava teir orð HARRANS – so biði teir til HARRAN Gud herskaranna, at íløtini, sum eftir eru í húsi HARRANS, í høll judakongs og í Jerusalem, skulu ikki koma til Bábel við!
19
Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna um súlurnar, um havið,* um stabbarnar og um hini íløtini – tey, sum eftir eru í hesum býi,
20
og sum Nebukadnezar kongur í Bábel ikki tók við, táið hann fór við Jekonja judakongi, syni Jójakim, úr Jerusalem til Bábel – honum og øllum stórmonnum Juda og Jerusalems –
21
ja, so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, um íløtini, sum eftir eru í húsi HARRANS, í høll judakongs og í Jerusalem:
22
Til Bábel skulu tey verða flutt, og har skulu tey vera, líka til tann dag Eg vitji tey – sigur HARRIN – og flyti tey higar og lati tey koma aftur til hetta stað.