Jeremias kap. 8

Uppsetan
1 Tá – sigur HARRIN – skulu teir taka bein judakonga, bein judahøvdinga, bein prestanna, bein profetanna og bein teirra, sum í Jerusalem búgva, úr grøvum teirra
2 og breiða tey út undir sólina, mánan og allan her himmalsins, sum tey elskaðu og dýrkaðu, hildu seg til, spurdu til ráðs og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað; tøð á markini skulu tey verða.
3 Og tey skulu fyrr vilja doyggja enn liva, øll tey, ið eftir verða av hesi óndu ætt – allastaðni har sum Eg havi rikið tey – sigur HARRIN Gud herskaranna.
4 Og tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN: Hvør fellur og reisist ikki upp aftur! Hvør fer burtur og vendir ikki við aftur!
5 Hví er fólkið her í Jerusalem fallið frá við ævigum fráfalli? Tey halda fast við svik og vilja ikki venda við aftur!
6 Eg lurtaði og hoyrdi; tað, sum ikki er rætt, tala tey; ikki eitt angrar óndskap sín og sigur: „Hvat er tað, eg havi gjørt!“ Øll hava tey vent sær burt og renna avstað sum hestur, ið stormar fram í bardagan.
7 Um tað so er storkurin undir himli, so veit hann tíðir sínar, og turtildúvan, svalan og tranin ansa eftir tíðini, táið tey skulu koma; men fólk Mítt, tað kennir ikki lóg HARRANS.
8 Hvussu fáa tit sagt: „Vit eru vís, og hjá okkum er lóg HARRANS!“ Nei, sanniliga, til lygn hevur lygipennur hinna skriftlærdu gjørt hana!
9 Hinir vísu verða til skammar, teir ræðast, og vanlukkan rámar teir. Teir hava jú vrakað orð HARRANS – hvønn vísdóm skulu teir tá hava!
10 Tí skal Eg geva øðrum konur teirra og lata markir teirra til nýggjar ánarar; tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn.
11 Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: „Friður! Friður!“ – tóat eingin friður er.
12 Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíðin at heimsøkja teir kemur, skulu teir snáva – sigur HARRIN.
13 Eg skal ríva teir burt, sigur HARRIN; eingi vínber eru á víntrænum, ongar fikur eru á fikutrænum, og bløðini eru følnað; boðini, ið Eg gav teimum, bróta tey.
14 „Hví sita vit stillir? Savnið tykkum saman og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir og umkomast har! Tí HARRIN Gud okkara fer at lata okkum umkomast og geva okkum beiskt vatn at drekka, aftur fyri at vit hava syndað móti HARRANUM.
15 Vit vænta frið – men einki gott kemur, grøðingartíð – men nei, ræðsla kemur!“
16 Úr Dan hoyrist froysið frá hestum hansara; alt landið nøtrar av gnegginum frá gangarum hansara; teir koma og eta upp landið og alt, sum í tí er, býin og tey, sum í honum búgva.
17 Tí Eg sendi ormar ímóti tykkum, høggormar, sum ikki batar at gykla; og teir skulu bíta tykkum – sigur HARRIN.
19 Hoyr! Róp dóttur fólks Míns hoyrast úr landi langt burtur: „Er tá ikki HARRIN í Zion? Ella er kongur tess ikki har?“ – Hví hava tey eggjað Meg til vreiði við útskornu myndum sínum, við tómum, útlendskum gudum?
21 Eg eri sundursoraður, av tí at fólk mítt er sundursorað; eg gangi í syrgibúna, ræðsla hevur gripið meg.
22 Er tá einki balsam í Gilead? Er eingin lækni har? Ella hví er ikki umbundið hjá dóttur fólks Míns?
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul