Jeremias kap. 50

Uppsetan
i. Concerning Babylon
50:1-51:64
i. A Prophecy against Babylon
50:1-3:1
2 Kunngerið tað millum tjóðirnar, boðið tað og setið upp merki! Boðið tað, dyljið tað ikki – sigið: „Bábel er tikið, Bel er vorðin til skammar, Merodak er niðurbrotin; gudamyndir tess eru vorðnar til skammar, hinir viðurstyggiligu avgudar tess eru niðurbrotnir.“
3 Tí tjóð norðaneftir kemur móti tí; hon ger land tess til oyðimørk, sum eingin býr í; bæði fólk og fæ eru rýmd, flýdd burtur.
ii. Hope for Israel and Judah
50:4-10:1
4 Á teimum døgum og á teirri tíð – sigur HARRIN – skulu Ísraelsmenn koma, teir og Judamenn saman; teir skulu koma grátandi, og HARRAN Gud sín skulu teir søkja.
5 Eftir Zion skulu teir spyrja, hagar eru andlit teirra vend: „Komið, latið okkum halda okkum til HARRAN við ævigum sáttmála, sum ikki verður gloymdur!“
6 Burtvilst fylgi var fólk Mítt; hirðar teirra høvdu fingið tey av leið; niðan í fjøllini høvdu teir rikið tey; tey reikaðu av fjalli á hædd, tey gloymdu hvíldarstað sítt.
7 Ein og hvør, ið hitti tey, át tey, og fíggindar teirra søgdu: „Vit skulu ikki bøta fyri tað!“ – aftur fyri at tey høvdu syndað móti HARRANUM, bústaði rættvísinnar, og móti vón fedra sína – HARRANUM.
8 Flýggið burtur úr Bábel, rýmið úr landi Kaldeara, verið sum bukkar undan fylginum!
9 Tí Eg skal uppvekja úr Norðurlandi skara av stórum fólkasløgum og lata tey koma móti Bábel; tey skulu fylkja seg móti tí, og av teimum skal tað verða tikið; pílar teirra eru sum hjá royndum kappa, eingin kemur tómhentur aftur.
10 Kaldea skal verða til rán; allir teir, ið ræna tað, skulu verða mettir – sigur HARRIN.
iii. Babylon’s Fall Is Certain
50:11-16:1
11 Ja, gleðist bert, fegnist bert, tit, ið ræna arvalut Mín! Ja, hoppið bert sum kvíga, ið treskir, og gneggið sum sterkir hestar!
12 Móðir tykkara verður stórliga til skammar; hon, ið føddi tykkum, skal standa við skomm; hon verður tann av tjóðunum, sum minst hevur at týða, oyðimørk, turt land og heiði.
13 Vreiði HARRANS skal gera, at har aldri kemur at búgva fólk aftur – alt samalt skal verða oyðimørk; hvør tann, ið kemur fram við Bábel, skal ræðast – og halda spott at øllum plágum tess.
14 Fylkist móti Bábel úr øllum ættum, allir tit, ið spenna boga! Skjótið á tað, sparið ikki pílarnar, tí móti HARRANUM hevur tað syndað!
15 Skerið í herróp móti tí úr øllum ættum! Tað hevur givist upp, stólpar tess eru falnir, múrar tess eru niðurrivnir. Hetta er jú hevnd HARRANS; hevnið tykkum á tað, gerið við tað, sum tað hevur gjørt!
16 Oyðið úr Bábel bæði sáðmann og tann, ið nýtir akurknívin heystardag! Fyri svørðinum, ið herjar, skulu tey fara, hvørt heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvørt til land sítt.
iv. Redemption for God’s People
50:17-20:1
17 Burtrikið lamb er Ísrael; leyvur hava rikið tað burt. Fyrst át kongurin í Assýria tað, og nú seinast hevur Nebukadnezar bábelskongur sorað beinini í tí.
18 Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg heimsøki bábelskong og land hansara, eins og Eg havi heimsøkt kongin í Assýria.
19 Og Eg skal leiða Ísrael aftur á haglendi tess; tað skal liggja á Karmel og í Basan, og á Efra’imsfjøllum og í Gilead skal tað eta seg mett.
20 Á teimum døgum og á teirri tíð – sigur HARRIN – skal verða leitað eftir misbroti Ísraels, men tað skal ikki vera til, og eftir syndum Juda, men tær skulu ikki vera at finna; tí Eg skal fyrigeva teimum, ið Eg lati verða eftir.
v. The Destruction of Babylon
50:21-51:14
21 Halt á Meratajimsland* og á teir, sum í Pekod* búgva! Elt teir, forkom teimum, slá teir við banni – sigur HARRIN – og ger á allan hátt, sum Eg havi givið tær boð um!
23 Hvussu er hann ikki avstøktur og soraður, hamarin, ið sló alla jørðina! Hvussu er ikki Bábel vorðið til ræðslu millum tjóðirnar!
24 Eg setti snerru fyri teg, og tú komst í hana, Bábel, áðrenn tú visti av; tú vart funnið og gripið – tí tað var HARRAN, tú hevði givið teg í stríð við.
25 HARRIN hevur latið upp vápnagoymslu Sína og tikið út vreiðivápn Síni; tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hevur verk at gera í landi Kaldeara.
26 Leggið á tað úr øllum ættum! Latið upp goymslur tess, dungið saman sum korndungar tað, ið har finst, og sláið tað við banni – latið tað einki hava eftir!
27 Drepið allar tarvar tess, leiðið teir oman at verða dripnar! Vei teimum! Dagur teirra er komin, heimsøkingartíð teirra.
28 Hoyrið! Tey eru flýdd og undansloppin úr Bábelslandi til at kunngera í Zion hevnd HARRANS Guds okkara – hevndina fyri tempul Hansara.
29 Stevnið skotmonnum saman móti Bábel, øllum teimum, ið spenna boga! Takið støðu móti tí rundan um tað, latið ongan komast undan! Latið tað fáa líka fyri verk síni, gerið við tað, á allan hátt so sum tað hevur gjørt! Tí móti HARRANUM hevur tað hugmóðað sær, móti hinum Heilaga í Ísrael.
30 Tí skulu hinir ungu hjá tí falla á gøtum tess, og tann dag skal endi verða gjørdur á øllum hermonnum tess – sigur HARRIN.
31 Eg komi yvir teg, Sadon* – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna – tí dagur tín er komin, tíðin, táið Eg heimsøki teg.
32 Tá skal Sadon snáva og falla og ongan hava at reisa seg upp; og Eg skal seta eld á býir tess; hann skal oyða alt rundan um tað.
33 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Kúgaðir eru bæði Ísraelsmenn og Judamenn; allir teir, ið hava herleitt teir, halda teimum føstum, vilja ikki lata teir sleppa.
34 Men endurloysari teirra er sterkur – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara; Hann skal vissuliga flyta mál teirra og lata jørðina fáa frið, men tey ófrið, sum í Bábel búgva.
35 Svørð yvir Kaldearar – sigur HARRIN – yvir tey, sum í Bábel búgva, yvir høvdingar og vísmenn tess!
36 Svørð yvir lygiprofetarnar, so teir standa har sum dárar! Svørð yvir kappar tess, so teir missa mótið!
37 Svørð yvir hestar og vagnar tess og yvir alt hitt fremmanda herfólk millum teirra! Teir skulu verða sum kvinnur! Svørð yvir skattir tess! Teir skulu verða rændir!
38 Turkur komi yvir vøtn tess! Tey skulu torna upp! – Tí avgudaland er tað, og við ræðuligu avgudum sínum bera tey seg at sum vitleys.
39 Tí skulu dýrini úr oyðimørkini búgva har saman við villum hundum, og strutsar skulu búgva í tí; aldri skal tað verða bygt aftur, mann eftir mann skal eingin búgva har.
40 Sum táið Gud legði Sodoma og Gomorra og allar grannabýirnar har í oyði – sigur HARRIN – skal eingin maður búgva har, einki menniskjabarn hava tilhald har.
41 Fólk kemur norðaneftir – stórt fólk – og mangir kongar reisast og koma úr ytsta enda jarðar.
42 Boga og spjót halda teir í hondini; teir eru grummir og eira ongum; mál teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermaður – móti tær, dóttir Bábel!
43 Bábelskongur hevur fingið tíðindi um teir, og hendur hansara eru máttleysar; angist hevur gripið hann, kvalir, sum kvinnuna, ið eigur barn.
44 Sum leyva kemur hann* út úr stoltleika** Jordans og fer út á eingirnar, ið altíð eru grønar; tí eftir eini løtu skal Eg reka teir burt haðani, og tann, ið útvaldur er, hann skal Eg seta yvir tað; tí hvør er sum Eg, hvør býður til at stevna Mær, og hvør er tann hirði, ið er maður fyri at verða standandi fyri ásjón Míni!
45 Hoyrið tí ráðið, ið HARRIN hevur lagt móti Bábel, og hugsanirnar, ið Hann hevur hugsað móti landi Kaldeara: Vissuliga, tey skulu verða drigin burt, hini smáu lomb; vissuliga, haglendi teirra skal verða ræðslusligið um tey!
46 Av hesum rópi: „Bábel er tikið!“ nøtrar jørðin, og neyðarróp hoyrast millum tjóðirnar.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul