Jeremias kap. 45

Uppsetan
3. Jeremiah’s Message to Baruch
45:1-5:1
1 Orðið, ið Jeremias profetur talaði til Baruk, son Nerija, táið hann, eftir sum Jeremias segði honum, skrivaði øll hesi orð í bók, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið:
3 Tú segði: „Vei mær! Tí HARRIN hevur lagt sorg aftrat kvøl míni; eg eri móður av at suffa og finni onga hvíld!“
4 – So skalt tú siga við hann: So sigur HARRIN: Tað, ið Eg havi bygt, rívi Eg niður; tað, ið Eg havi plantað, slíti Eg upp; so gongur við allari jørðini.
5 Og tú, tú tráar eftir tí, sum stórt er, til tín sjálvs? Tráa ikki eftir tí! Tí Eg lati vanlukku koma yvir alt hold – sigur HARRIN. Men teg skal Eg lata vinna lív títt sum lut, allastaðni har tú fert.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul