Jeremias kap. 41

Uppsetan
iii. The Assassination of Gedaliah
41:1-18:1
1 Í sjeynda mánaði kom so Ísmael, sonur Netanja, son Elisama, ein maður av kongaættini, ein av stórmonnum kongsins, og við honum tíggju menn, til Mizpa, til Gedalja, son Ahikam; og teir hildu máltíð saman har í Mizpa.
2 Ísmael, sonur Netanja, og teir tíggju menninir, ið við honum vóru, reistust tá og drópu við svørði Gedalja, son Ahikam, son Safan – hann drap mannin, ið bábelskongur hevði sett yvir landið.
3 Eisini allar Jødarnar, sum vóru hjá Gedalja í Mizpa, og Kaldeararnar, ið har vóru – herfólkið – drap Ísmael.
5 komu menn úr Sikem, Silo og Samaria, 80 menn, við skegginum rakaðum av, við skræddum klæðum og við skurðum í holdinum; teir høvdu við sær matoffur og roykilsi til at bera fram í húsi HARRANS.
6 Ísmael, sonur Netanja, fór nú út ímóti teimum úr Mizpa; hann græt allan vegin, og táið hann hitti teir, segði hann við teir: „Komið við til Gedalja, son Ahikam!“
7 Men táið teir vóru komnir inn í býin, drap Ísmael, sonur Netanja, teir og kastaði teir niður í brunnin, hann og menninir, ið hjá honum vóru.
8 Men millum teirra vóru tíggju menn, ið søgdu við Ísmael: „Drep okkum ikki! Vit hava niðurgrivið úti á markini bæði hveiti, bygg, olju og hunang.“ Tá læt hann teir vera og drap teir ikki saman við brøðrum teirra.
9 Brunnurin, ið Ísmael kastaði líkini av øllum monnunum í, sum hann hevði dripið saman við Gedalja, var tann, ið Asa kongur hevði latið gera, táið Baesa kongur í Ísrael herjaði á hann; Ísmael, sonur Netanja, fylti hann við dripnum monnum.
10 Síðani flutti Ísmael burt hertikna alla leivdina av fólkinum í Mizpa – kongsdøturnar og alt fólkið, sum eftir var í Mizpa, sum Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði sett Gedalja, son Ahikam, yvir; tey flutti Ísmael, sonur Netanja, burt hertikin; og hann helt avstað og ætlaði at fara til Ammonitar.
11 Men táið Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið hjá honum vóru, frættu alt tað illa, ið Ísmael, sonur Netanja, hevði gjørt,
12 tóku teir allir menn sínar og hildu avstað at berjast við Ísmael, son Netanja; og teir hittu hann við hina stóru tjørnina í Gibeon.*
13 Táið alt fólkið, ið við Ísmael var, sá Jóhanan, son Karea, og allar herhøvdingarnar, ið við honum vóru, gleddust tey;
14 alt fólkið, ið Ísmael hevði flutt burt úr Mizpa hertikið, vendi við og fór aftur og gav seg í part við Jóhanan, son Karea.
15 Men Ísmael, sonur Netanja, slapp við átta monnum undan Jóhanan, og hann fór til Ammonitar.
16 Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið við honum vóru, tóku nú alla leivd fólksins, tey úr Mizpa, sum hann hevði vunnið aftur frá Ísmael, syni Netanja, eftir at Ísmael hevði dripið Gedalja, son Ahikam – bæði hermenn, kvinnur, børn og hirðmenn, sum hann hevði flutt aftur úr Gibeon –
17 og teir hildu avstað; men í Kimhamsherbergi við Betlehem gjørdu teir steðg og ætlaðu síðani at halda fram og fara til Egyptalands
18 – av ótta fyri Kaldearum; tí teir ræddust teir, við tað at Ísmael, sonur Netanja, hevði dripið Gedalja, son Ahikam, hann, ið bábelskongur hevði sett yvir landið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul