Jeremias kap. 21

Uppsetan
x. Jeremiah and the Kings of Judah
21:1-23:40
1. King Zedekiah and Jeremiah
21:1-10:1
1 Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, táið Zedekias kongur sendi Pashur, son Malkia, og Zefanja, son Ma’aseja, prestin, til hansara og læt siga:
2 „Spyr HARRAN til ráðs fyri okkum! Tí Nebukadnezar kongur í Bábel herjar á okkum – kanska HARRIN fer at gera við okkum eftir øllum undurverkum Sínum, so hann fer burtur aftur frá okkum.“
4 So sigur HARRIN Gud Ísraels: Vápnini, sum í hondum tykkara eru, og sum tit berjast við uttan fyri múrin móti bábelskongi og móti Kaldearum, ið hava kringsett tykkum, teimum vendi Eg við og savni tey mitt í hesum býi.
5 Og Eg skal sjálvur berjast við tykkum við útrættari hond og sterkum armi, í vreiði, bræði og miklum sinnismuni.
6 Eg skal sláa tey, sum í hesum býi búgva – ja, bæði fólk og fæ; av herviligari pest skulu tey doyggja.
7 Og síðani – sigur HARRIN – skal Eg geva Zedekias kong í Juda og tænarar hansara og fólkið – tey, sum eftir verða í hesum býi eftir pestina, svørðið og hungurin – í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; hann skal høgga tey niður við svørði, hann skal ikki eira teimum, ikki spara tey ella miskunna teimum.
8 Og sig við hetta fólk: So sigur HARRIN: Eg leggi fyri tykkum veg lívsins og veg deyðans:
9 Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pest; men tann, ið fer út og gevur seg í vald Kaldeara, sum hava kringsett tykkum, skal liva og vinna lív sítt sum fong.
10 Tí Eg havi vent ásjón Míni móti hesum býi – til ilt og ikki til gott, sigur HARRIN; í hendur bábelskongs skal hann verða givin, og hann skal brenna hann av.
2. A Message to the House of David
21:11-23:8
a. To the Royal House of Judah
21:11-22:9
12 So sigur HARRIN: Haldið rætt hvønn morgun, og frelsið tann, ið rændur er, av hond kúgarans, so vreiði Mín brýtur ikki út sum eldur og brennur, so at eingin fær sløkt – aftur fyri óndu gerðir tykkara!
13 Ja, Eg komi á teg, tú, sum í dalinum býrt, kletturin á slættanum – sigur HARRIN – tit, ið siga: „Hvør kann koma oman og leypa á okkum, og hvør fær komið inn í bústaðir okkara!“
14 – Eg skal heimsøkja tykkum eftir ávøksti verka tykkara – sigur HARRIN – Eg skal seta eld á skóg tykkara, og hann skal brenna upp alt rundan um har.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul