Orðtøkini kap. 5

Uppsetan
c. Folly
5:1-7:27
i. Avoiding Immorality
5:1-23:1
3 Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara;
5 Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið.
6 Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí.
10 so fremmand skulu ikki verða mettað av ogn tíni, og vinningur tín skal ikki enda í húsi fremmandamans,
11 og tú ikki verða gripin av iðran, táið av tornar, táið likam títt og hold títt tærist burtur,
12 og siga: „Hvussu bar tað til, at eg hataði tykt, og at hjarta mítt virdi lítið um revsing?
13 Hví lurtaði eg ikki eftir teimum, ið lærdu meg, hví legði eg ikki oyrað til teirra, ið vegleiddu meg?
14 – Lítið vantaði á, at eg kom í størstu vanlukku mitt á dómstingi samkomunnar!“
19 Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan – barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!
20 Hví skuldi tú, sonur mín, verið drukkin av konu annars mans og tikið fremmanda kvinnu í favn!
21 Tí fyri eygum HARRANS eru leiðir mansins, gjølla ansar Hann eftir øllum sporum hansara.
22 Hin gudleysi kemur fastur í sínar egnu misgerðir, og hansara egnu syndasnerrur halda honum føstum.
23 Hann doyr, tí hann læt seg ikki tykta, og hansara egni stóri dárskapur voldir, at hann fer umkoll.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul