Orðtøkini kap. 18

Uppsetan
i. The Selfishness of the Unfriendly
18:1-24:1
1 Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum.
7 Muður dárans er honum sjálvum til vanlukku, og varrar hansara eru sál hansara snerra.
8 Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið.
10 Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.
13 Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
14 Mót mansins kann halda honum uppi í sjúkdómi, men fallið mót – hvør er mentur at bera tað!
17 Tann, sum talar fyrr í trætumálinum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann.
19 Borg er ikki so ring at vinna sum bróðir, ið hevur liðið órætt, og trætur við hann eru sum slá fyri hallardurum.
20 Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur.
21 Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
22 Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.
23 Í eyðmjúkum bønum talar hin fátæki, men hin ríki svarar við hørðum orðum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul