Orðtøkini kap. 22

Uppsetan
m. A Good Name
22:1-16:1
1 Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.
3 Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.
5 Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum.
6 Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
7 Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
8 Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.
9 Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
11 Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin.
14 Muðurin á fremmandari kvinnu er djúp grøv; tann, ið HARRIN er vreiður á, fellur í hana.
16 At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.
4. Thirty Sayings of the Wise
22:17-24:22
17 Boygg oyrað og lurta eftir orðum vísmanna, og legg tær lærdómar mínar á hjarta!
18 Tí tað er gott, at tú goymir tey í brósti tínum, og at tey øll hanga føst við varrar tínar.
21 fyri at kunngera tær tað, ið rætt er, sannleiksorð, so tú við beinum orðum fært svarað teimum, ið senda teg!
22 Ræn ikki frá hinum fátæka, fyri tað at hann er fátækur, og traðka ikki niður hin arma í býportrinum!
23 Tí HARRIN skal flyta mál teirra, og Hann skal týna lív teirra, sum taka nakað frá teimum.
24 Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
26 Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!
27 Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við!
29 Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum – hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul